Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 11
Ferðsluóhapp sura almannafyribrigdi
19
Umrøða
Við epidemiologiskari kanning verður roynt at finna, um
ávísiligir munir hava samband viS vælavmarkaS eySkenni
(variable), eitt nú aldur, kyn og ymisk umhvørviseySkenni.
So leingi ferSslumynstriS og ferSslunýtslan ikki eru heilt
greiS, kann ikki fyri vist metast um óhappahóttanina hjá
ávísum bólkum (bólkaSum eftir aldri, kyni, ferSsluhátti o. s.
fr.).
Tó tykist taS so, at mannfólk eru meiri skaSahótt enn konu-
fólk, og at ungdómurin er meiri skaSahóttur enn aSrir aldurs-
bólkar. Einki er at ivast í, at mannfólkiS nýtir t. d. bil meira
enn konufólkiS. Men sami skaSamunur vísir seg fyri tey til
gongu, og her er nýtslumunurin millum kynini neyvan so stór-
ur, og helst ikki heldur millum aldursbólkarnar. Hin vegin
kann vera, at taS ikki bert eru aldur og kyn, men eisini nýtslan
fyrstu árini, sum økir um skaSahóttanina. NiSurstøSa má vera,
at dreingir og ungir menn eru tann bólkur, iS fyrst má hugsast
um viS ferSsluupplýsing og -læru. Møguliga er taS so, at ein
broyting í atburSarlagi í ferSsluni krevst innan hendan bólk
(rúsdrekka, ov mikil ferS, hálkukoyring o. s. fr.).
Børnini eru ein ógvuliga skaSahóttur bólkur. Tey nýta mest
teir óvardu ferSsluhættirnar (gongd, súkklu), so hugsast má
um vandan viS at blanda ymsar ferSsluhættir saman; helst
eiga teir at verSa heilt sundurskildir (gongubreytir, súkklu-
breytir, prutlbreytir og bilbreytir). Umframt hetta hevur
ferSslulæra fyri børnini helst varandi ávirkan.
AvleiSingarnar skal ikki verSa nomiS so nógv viS. TaS
eigur at verSa havt í huga, at eftir útrokningarháttum, sum
verSa nýttir aSrastaSni, eru samfelagsútreiSslurnar nú her hjá
okkum helst so stórar, at hugsaS eigur at verSa bæði um hvørt
ferSslumynstriS og ferSslunýtslan eru rímilig í mun til kostn-
aðin, og um hvussu nógv og á hvønn hátt samfelagiS eigur at
byrgja fyri hesi nútíSarsjúku.