Fróðskaparrit - 01.01.1979, Síða 44
52
Sinnissjúkur í Føroyum
2. talva. Nýinnlagdir sjúklingar við sinnissjúkum (uttan har likamssjúka
er høvuðsorsøk). 1 klombrum talið á øllum nýinnløgdum sjúklingum á
sálarsjúkudeildum.
Føroyar Danmørk
1.4.75—31. 3.76 18 (49) 3.285 (11.135)
1.4.76—31.12.76 18 (48) 2.500 ( 8.140)
1.1.77—31.12.77 16 (69) 3.409 (11.886)
Saman 52 (166) 9.194 (31.161)
Úrslit.
Á 2. talvu síggjast tølini fyri fyrstu ferS innløgd frá 1.4.75
til 31.12.77. Tølini á 2. raði eru bert fyri 9 mánaðir. Um talið
úr Danmørk verður umroknað til okkara viðurskifti, skuldu
vit havt 75,2 sjúklingar í staðin fyri 52. Um roknað verður
talið á nýkomnum sjúklingum í mun til fólkatalið fyri eitt ár
(incidensur), fæst fyri Føroyar 0,45 °/oo og fyri Danmørk 0,66
%>o. Tey vísa, at fyri tær umrøddu sinnissjúkurnar eru tølini
her lægri enn á donskum sjúkrahúsum, tá ein roknar í mun til
fólkatalið (fólkatal frá ársskiftinum 1976/77).
Til nærri útgreining, hvar hesin munur serliga er at finna,
halda vit hesi tølini vera ov smá, og hava vit tí úr Føroyum
tikið tølini frá 1.4.70 til 31.12.77. Flesi tøl síggjast á 3. talvu.
Til samberingar eru útroknað tøl; hesi eru tey, ein kundi
væntað, um viðurskiftini her vóru sum í Danmørk. Sum
grundarlag undir teimum roknaðu tølunum er tó bert nýtt tíðin
frá 1.4.75 til 31.12.77. Fletta meta vit best, tí bert í hesum
nevnda tíðarskeiði eru allar danskar sálarsjúkudeildir við í
tilfarinum. Talvan vísir, at stórt sæð eru eins nógvar nýkomnar
sinnissjúkur millum mannfólk, men skilliga færri her millum
konufólk. Viðvíkjandi skizofreni eru tølini kanska ov smá at
siga nakað vist, men fyri sjúkurnar psychosis maniodepressiva
og psychosis reactiva er munurin skilligur.
Á sama hátt sum tølini á 3. talvu eru bólkað eftir kyni, eru
tølini á 4. talvu bólkað eftir aldri. Kvinnurnar eru tiknar fyri
seg og bólkaðar í aldursbólkar. Bert kvinnurnar eru tiknar við,
tí tað var her, at munurin serliga var at finna Føroya og Dan-