Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 106

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 106
114 Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum mannahavnar at klaga, í 1683 og 1690—91. Nevndin, sum dømdi í seinna málinum, var í parti við føroyingum3, og dómur hennara og eftirfylgjandi fyriskipanin um nýggjan takst frá 30.5.1691 vóru føroyingum til fyrimunar. Tað, sum í hesum høpi hevur mestan áhuga, var, at ullarprísurin varð settur ógvuliga høgt, 6 fl (t. e. gyllin) fyri vágina, men har- afturímóti varð ásett »kvantum« til tess at fáa minkað um hosurúgvuna. Við »kvantum« er at skilja, at hvør einasti før- oyingur skuldi, tá hann avreiddi hosur til krambúðina, eisini avreiða eina ávísa nøgd (»kvantum«) av reinari, óvirkaðari ull. 1 fyriskipanini varð lutfallið millum hosur og ull sett til 3:1 í virði, soleiðis at maður, ið avreiddi eina vág av ull fyri 6 fl, í mesta lagi kundi avreiða hosur fyri 18 fl. Um ullar- taksturin lækkaði, kundu ikki verða avreiddar so nógvar hosur sum fyrr, uttan so at lutfallið fyri »kvantum« eisini varð broytt. Hesin høgi ullarprísurin (meiri enn tvær ferðir so høgur sum søluprísurin í Danmørk og Hálandi) var atvoldin í, at tað var ógjørligt at fáa vinning av handlinum; men samtíðis fekk hann eisini avleiðingar í Føroyum. Stórbøndur og prestar høvdu so nógv av ull til avlops, at teir komu ikki útyvir at fáa hana virkaða til hosur heima hjá sær sjálvum, og tí vóru teir í fyrstu syftu hugaðir fyri so høgum ullarprísi sum til bar. Hin- vegin vóru teir, sum minni høvdu av jørð, heftari av hosugerð og tí hugaðir fyri at »kvantum« varð avtikið. At enda vóru tað teir, ið heilt lítið áttu av jørð og teir jarðarlevsu, sum máttu keypa ull, um teir skuldu virka hosur. Umframt tað, at teir løgdu dent á, at »kvantum« varð avtikið, vildu teir fegin hava lágan ullarprís; hin ásetti prísurin kom at vera lágmarksprísur á føroyska marknaðinum (flutningsgjald undan- tikið). Tá ið Christoffer Gabel á sinni hevði tikið handilin fyri lívstíð sína og sonar síns, var tað fyrst fyri eitt lágt gjald, síðan fyri einki gjald til ríkið. Av teirri orsøk hevði ríkið við teim fyriskipanum, ið seinni vórðu givnar, bert eitt megin- áhugamál at røkja: tað hjá landsfólkinum. Tá ið ríkið tók
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.