Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 110

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 110
118 Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum eingin peningur var, og fólk mátti liva við slýggj26, tang, gras og fliður27. 1 bønarbrævinum bóðu menn um at sleppa undan »kvant- umi«, tí at landið hevði ikki ráð til at selja ullina fyri 3 fl fyri vágina, og kirkjurnar risu ikki undir nýggju takstunum. Umframt hetta vóru fleiri klagumál um krambúðina, ser- stakliga um at hald varð lagt á vánaligar hosur. Bønarbrævið var undirskrivað av løgmanni, sorinskrivara, næstan øllum prestum og sýslumonnum og at enda tveimum monnum úr hvørjari sýslu vegna Føroya land. Tað man einki vera at ivast í, at føroyingum hevur verið tørvur at klaga, tí síðan 1716 høvdu verið óár bæði á sjógv og landi, og handilsforvaltarin hevði — ætlandi við tí stóra hallinum av hosunum í huga — verið kvikur at vraka. Klagurnar um innlendis viðurskifti vóru harðmæltar, og nýggi taksturin og fyriskipanin hava helst gjørt sítt til at elva til misnøgd. 1 hesum sambandi verður ikki nomið við klagurnar um inn- lendis viðurskifti, tær vóru heldur ikki til stóran ampa við samráðingarnar seinni; her skulu vit bert líta at klagunum um nýggja takstin. Forvitnisligt er tað við orðingini í bønarbræv- inum, at høvuðskravið tykist vera, at »kvantum« verður av- tikið, men grundgevingin var hin lági ullarprísurin; tað læt so upp fyri einum øðrum møguleika: at hækka ullarprísin. Tann vegin bendi eisini umrøðan um trupulleikarnar hjá kirkjunum. Ætlandi eru sendimenninir ikki farnir til Keypmannahavnar beinan vegin; eitt var at teir skuldu fyrst greiða síni egnu viðurskifti (millum annað skuldi rektarin fáa varamann í sín stað), annað var, at teir noyddust at bíða eftir skipi. Bønar- brævið er ið hvussu er ikki komið til rentukamarið fyrr enn 19.11.192328. So hevði Hammershaimb fúti meiri skund. 16. august sendi hann rentukamarinum avrit av bønarbrævinum saman við við- merkingum sínum til tað29. Niðurlagið í viðmerkingunum var, at tað var tað órættvísa jarðarbýtið, sum hann helt eiga skuld- ina fyri tær vánaligu tíðirnar. Størstu bøndurnir, teir ið høvdu
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.