Fróðskaparrit - 01.01.1979, Blaðsíða 111
Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum
119
10—30 merkur, vóru ikki førir fyri at velta jørðina til lítar,
og seyðurin varS vargur. Høvdu garSarnir heldur veriS um 6
merkur, mundu nógv fleiri kunnaS livaS av jørSini.
Hann legSi serligan dent á, at støSan hevSi veriS ov dapur-
liga myndaS, og at atvoldin til tey vánaligu korini hjá fátæka-
fólki var sjálvsøkni teirra ríku. Ullarprísinum viSvíkjandi vísti
hann á alla jørSina, sum prestarnir sótu viS og ta stóru rúgvu
av tíggjundarull, teir fingu. Kirkjurnar høvdu aldri fingiS meiri
enn 3 fl fyri vágina av vaskaSari ull, tí fyri henda prís
varS hon seld kirkjuverjunum, sum virkaSu hana til hosur.
Kirkjunum nýttist tí ikki at líSa hall30. Úrfáningur hansara
burtur úr hesum var, at »Her staar da kirckerne som et Decke
for Sollicitanterne«. Av tí at teir fátæku ikki sum prestar,
óSalsbøndur og kongsbøndur kundu lata »kvantum«, kundu
teir heldur enn kirkjuverjarnir fingiS loyvi til at keypt tíggj-
undarullina.
Hann var ráSgevi viS tilevningina av fyriskipanini og takst-
inum og tí ikki løgiS, at hann ber í bøtuflaka fyri teimum.
Dagin eftir at bønarbræviS kom til rentukamariS var Gabel,
Raben og Worm biskupi31 boSi til fundar viS fíggjarumboSs
menninar tí viSvíkjandi32.
Fyrsti fundurin varS hildin 16. desember. Hvussu fundurin
var, og um biskupur og hinir longu tá vóru ójavnir á máli, ber
ikki til at siga, tí einki er varSveitt frá fundinum. Men taS
sjáldsama er, at fundurin verSur ikki nevndur uttan á ein-
støkum støSum33, men at næsti fundur (22. desember) í tilmæl-
inum (sum Worm ikki var viS til at gera) verSur nevndur tann
fyrsti.
Til næsta fund, 22. desember, høvdu Grækaris Miiller og
Hanus Jóansson latiS inn nýtt bønarbræv, har sum teir greiSa
gjøllari frá sjónarmiSum sínum34. Nú tóku teir fram, at vinn-
ingurin viS hosubinding var lítil og eingin, og at lækkan í ullar-
prísinum sveiS til kirkiur og prestar.
Teir góvu upp, at taS tók einum fólki 2 dagar at gera einar
grovar hosur, meSan taS tók eini arbeiSskonu 4 dagar at binda
einar langar hálvfínar hosur. Ein maSur kundi ikki eftir einum