Fróðskaparrit - 01.01.1979, Síða 114
122
Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum
Dagin eftir, 15. februar, vóru sendimenninir báðir saman
við Peder Rasmussen etatsráð og Hans Meyer justitsráS (iS
báSir vóru kommitteraSir í rentukamarinum) aftur heima hjá
Raben. Fyrst samtykti Hanus Jóansson í, at føroyingar skuldu
lata kirkjunum 3 fl fyri vágina av óvaskaSari ull, og varð
hesin spurningur soleiSis greiddur. Enn skeyt hann upp, at
»kvantum« var avtikiS, men kundi tó ganga undir 3 pør av
hosum fyri Va pund av ull ella møguliga helvtina av teirri
ullarnøgd, iS tá kravdist. Hann helt taS eisini vera møguligt,
at teir smáu jarSarmenninir kundu sleppa heilt undan »kvant-
umi«.
SamráSingarnar henda dagin endaSu viS, at hann segSi seg
fúsan at samtykkja í, at ullartaksturin varS hækkaSur til 4 fl
fyri vágina viS teirri treyt, at lutfalliS fyri »kvantum« varS
broytt til 1 pund av ull fyri 1 fl av hosum (ein niðurskurður
í »kvantumi« av ullarnøgdini til 50 °/o eftir takstinum frá
1691 og til 25 % eftir takstinum frá 172343.
Til næsta fund gjørdi Smit útrokningar viðvíkjandi av-
reiddari ull í tíSarskeiðinum 1709—2144. ViS takstinum 3 fl
fyri vágina hevSi ullin giviS avlop upp á 2.137 ríkisdálar 25
skillingar, 4 fl hall upp á 1.040 ríkisdálar 71 skillingar, og viS
galdandi taksti 6 gl var halliS 7.396 ríkisdálar 63 skillingar.
Harafturat kom, at ullin hevði veriS í høgum prísi, meSan
NorSurlandabardagin mikli var, og um táverandi søluprísur
hevSi veriS grundarlagiS, hevSi halliS veriS 10.487 ríkisdálar
32 skillingar. Aftur at hesum halli skuldu so útreiSslurnar
verSa lagdar; í tí, sum omanfyri stendur, varS bert hugt at
muninum millum keyps- og søluprís. Útrokningin av saman-
lagda takstvirðinum av avreiddum vørum, ávikavist viS takst-
inum frá 1691 og takstinum frá 1723 sum støði, sýndi ongan
stórvegis mun45.
Smit kom til taS úrslit, at skuldu broytingar verSa gjørdar,
skuldi taS annaðhvørt vera ein hækkan í ullarprísinum upp í
4 fl ella ein lækkan av »kvantumi« til Vs av ull. Hann var
tó ikki fegin um hvørga broytingina, tí hann stúrdi fyri,
hvussu taS so fór at verSa viS uppboSunum av handlinum til
burturfestingar46.