Fróðskaparrit - 01.01.1979, Síða 116
124
Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum
arnir longu heima aftur. Teir høvdu longu 13. apríl fingiS eitt
avrit av komandi tilmælinum (forestilling) og úrskurðinum viS
sær heim, og 25. apríl varS hann aftursendur viS takkarorSum
áskrivaSum av nøkrum føroyingum53.
Eisini í rentukamarinum vórSu fyrireikingar gjørdar. Eitt
uppkast til eina kunngerS (plakat) um handilsumbøtur í Før-
oyum frá ólavsøkudegi 1726, iS nevnir nýggja takstin, liggur
í sama skjalapakka sum takkarskriviS frá føroyingum.
TaS lagaSi seg so, at nýggi taksturin varS aldri settur í verk.
Tvær hendingar kunnu hava gjørt sítt til taS. Hammershaimb
fúti skrivaSi 2.10.1724 til rentukamariS um komandi takstin
og tók upp aftur klagur sínar vegna hini minni múgvandi um
»kvantum« og tilætlaSu hækkanina í ullarprísinum54. Sjálvur
skrivaSi hann eftir áheitan (»efter Begier«), helst frá nøkrum
føroyingum; rentukamariS hevSi iS hvussu er ikki spurt hann.
Veruliga orsøkin til at einki varS úr takstinum, mundi heldur
vera tann, at hóast trý uppboS og eitt tilætlaS, øll í 172455,
hevSi ikki eydnast at finna nakran, iS hirdi at taka viS Føroya
handli.
1 1747 stakk spurningurin um lovaSu hækkanina í ullar-
prísinum seg upp aftur; taS var Jákup Zitzke, iS fregnaSist
eftir samtyktini frá 11.5.1724. 1 rentukamarinum høvdu teir
ilt viS at finna máliS fram aftur og fáa skil á, hví einki varS
burturúr tá. Men viS taS at øll ull í árunum 1744—47 hevSi
veriS virkaS til hosur, tóktust ongar áneySir vera til broyt-
ingar, og varS úrskurSur eisini gjørdur um taS56.
Útnevningin av nøkrum serkønum til at greiSa vansamálini,
sum varS gjørd bæSi tá taksturin varS settur og kæran skuldi
verSa viSgjørd, hevSi natúrliga bakstøSi sítt í tí lítla kunn-
leika, sum teir í rentukamarinum høvdu til Føroya. Tær høvdu
veriS burturfestar í mong ár. At Gabel varS útnevndur er eitt
dømiS, meSan Raben hevSi heimild bæSi sum stiftsyvirmaSur
og sum kønur í føroyskum viSurskiftum. Worm varS útnevnd-
ur embætis síns vegna til at røkja kirkjuligu áhugamálini.
Sjálv viSgerSin sýnir tá eisini rættiliga góSan kunnleika til
búskapar- og almannaviSurskiftini í Føroyum, hóast teir ser-