Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 118

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 118
126 Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum handlunum, var minni fyri egna rokning enn teirra, ið hand- ilin skuldu festa. Tá ið uppboðið bar ikki ávøkst, fóru bæði í gloymsku. Føroysku sendimenninir høvdu okkurt heim við sær aftur (so leingi tað vardi), hóast tað valla hevur verið væl fagnað av øllum. Um frá verða tiknar tær óhepnu avleiðingarnar fyri tey fátæku, er úrslitið at meta frægari enn tað, ið væntandi var við teim tvørleikum, handilin hevði at dragast við. Er lítandi á tað sum Worm sigur, hevur umsóknarbrævið frá Hanus Jóanssyni gjørt munin, har sum hann sigur seg nøgdan við 4 fl fyri vágina. Høvdu sendimenninir ikki samst um hetta tá, varð avgerð um taksthækkan neyvan tikin. VIÐMERKINGAR 1: Christoffer Gabel (1616—73). Fær 1654 lensbræv um vissar og óvissar inntøkur av Føroyum. Var tætt knýttur at Fríðriki III og var uppií, tá ið einaveldið varð sett á stovn 1660. Rentumeistari og limur i Statskollegiet 1660. Frásettur 1670. Frederik Gabel (—1708). Sonur Christoffer Gabel. Varalandsstjóri i Noregi 1699. 2: Eisini undir ríkinum fór nakað av hosunum til Flálands, men eisini vórðu tær sendar til týskar Eystarasaltsbýir og til Svøríkis. Eisim tóku herur og floti fittliga stórar nøgdir. »Reviderede regnskaber (Erslev gruppe 21)«. Regnskab for den færøske handel til og fra landet. 3: Nakrir av limunum kundu vóna at fáa handilin. 4: 1 fl (gyllin) á 20 skinn var ein føroysk peningahædd, sum aldri varð sligin til mynt. Hann samsvaraði umroknaður 80 skillingum. Um før- oyingar skuldu hava mynt í handilsbúðini, samsvaraði 1 fl bert einum fýramarkastykki. 1 vág = 36 pund. 5: Tilmælið er frá 15.10.1714, úrskurður frá 29.10.1714 (Rentukamarið (Rtk) 2211.64). 6: Fløtið skuldi fara upp úr 1 fl 10 skinn til 2 fl 5 skinn fyri vágina, lýsið skuldi fara upp úr 5 fl 14 skinn til 7 fl fyri tunnuna. 7: Hetta varð gjørt í brævi frá rentukamarinum til landfútan 12.6.1715 Rtk 372.5). 8. Sama stað sum í viðm. 2. 9: 14.7.1718 (Rtk 371.6). Frumskjalið á Føroya landsskjalasavni. 10: Peter Raben (um 1661—1727). Varaadmirálur 1710, admirálur 1714. Stiftsyvirmaður yvir Islandi og Føroyum 1720—27.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.