Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 2

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 2
Hanus Debes Joensen 70 27. november fylti Hanus Debes Joensen, fyrrverandi landslækni, 70 ár. Hansara lívs- søga higartil er í stuttum henda. Hans Debes Joensen, sum hann skrivar seg, er føddur á Tvøroyri 27. november 1913, har foreldur hansara vóru lærarar. Hann tók preliminer- prógv á Tvøroyri í 1929 og fór sum so mangir aðrir suðuroyingar til Rungsted at ganga á studentaskúla. Studentsprógv tók hann í 1932 og fór sama ár at lesa til lækna við universitet- ið í Keypmannahavn. Sum studentur var hann virkin bæði innan Føroyingafelag og Hitt føroyska studentafelagið í Keypmanna- havn, hann var formaður í báðum. í 1939 tók hann læknaprógv. Annar heimsbardagi brast á, hann slapp sum fleiri aðrir føroyingar ikki heim til Føroya. Krígsárini starvaðist hann sum lækni á ymiskum sjúkrahúsum í Keypmannahavn og tók eisini lut í vísindalig- um heilsu- og føðslurannsóknum. í 1942 tók hann embætislæknaprógv. Eftir krígslok kom hann aftur til Føroya. Eitt stutt skifti í 1946 var hann lækni á Tvøroyri og varð sama ár settur í starv sum lækni í Vestmanna, har hann var, til hann varð tilnevndur til lands- lækna í 1949. Hann sat sum landslækni, til hann fór frá við eftirløn í 1979. Uppi í lands- læknaembætinum hekk limaskapur í fleiri nevndum og ráðum, men harumframt var Hanus Debes Joensen skúlalækni í Tórshavn 1962—80 og lækni hjá Føroya Lívstrygging 1967—1979. Aftur at hesum virkaði hann sum lærari í læknakunnleika á Føroya Sjó- mansskúla frá 1951, á Føroya Maskinskúla 1966—73 og við sjúkrasystraútbúgvingina frá 1952, til hann fór frá í 1979. Hann var limur í ymsum nevndum og ráðum og for- maður í Listafelag Føroya 1941—60. Sum tað sæst á yvirlitum yvir tað, sum hann skrivliga hevur latið úr hondum, hevur hann eisini verið virkin sum vísindamaður. f hesum sambandi eigur serliga doktararitgerð hans- ara um bróstamjólk at verða nevnd, sum gav honum doktaraheiti við universitetið í Keypmannahavn í 1954. Sum landslækni er Hanus Debes Joensen kendur um allar Føroy- ar, ikki minst tí hann við ávísum tíðarbilum ferðaðist um landið og koppsetti børn, og tí hann á hvørjum ári við síni eyðkendu rødd ávaraði móti nátasjúkuni. Tað er kortini ikki fyri avrik hansara sum landslækni, at henda bók av Fróðskaparritum verður ognað Hanusi Debes Joensen, men fyri tað avrik, sum hann saman við vinmanninum Jóannes Rasmussen hevur fingið á skaftið. Teir løgdu lunnar undir Føroya Fróðskapar- felag, Fróðskaparrit og at enda Fróðskapar- setur Føroya. Tað, sum koyrdi á teir, var ynsk- ið um at skapa eitt vísindaligt umhvørvi í Føroyum, har føroyska málið kom í hásæti. Fróðskaparrit 31. bók (1983): 4-8
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.