Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 2
Hanus Debes Joensen 70
27. november fylti Hanus Debes Joensen,
fyrrverandi landslækni, 70 ár. Hansara lívs-
søga higartil er í stuttum henda. Hans Debes
Joensen, sum hann skrivar seg, er føddur á
Tvøroyri 27. november 1913, har foreldur
hansara vóru lærarar. Hann tók preliminer-
prógv á Tvøroyri í 1929 og fór sum so mangir
aðrir suðuroyingar til Rungsted at ganga á
studentaskúla. Studentsprógv tók hann í 1932
og fór sama ár at lesa til lækna við universitet-
ið í Keypmannahavn. Sum studentur var
hann virkin bæði innan Føroyingafelag og
Hitt føroyska studentafelagið í Keypmanna-
havn, hann var formaður í báðum. í 1939
tók hann læknaprógv. Annar heimsbardagi
brast á, hann slapp sum fleiri aðrir føroyingar
ikki heim til Føroya. Krígsárini starvaðist
hann sum lækni á ymiskum sjúkrahúsum í
Keypmannahavn og tók eisini lut í vísindalig-
um heilsu- og føðslurannsóknum. í 1942 tók
hann embætislæknaprógv. Eftir krígslok kom
hann aftur til Føroya. Eitt stutt skifti í 1946
var hann lækni á Tvøroyri og varð sama
ár settur í starv sum lækni í Vestmanna, har
hann var, til hann varð tilnevndur til lands-
lækna í 1949. Hann sat sum landslækni, til
hann fór frá við eftirløn í 1979. Uppi í lands-
læknaembætinum hekk limaskapur í fleiri
nevndum og ráðum, men harumframt var
Hanus Debes Joensen skúlalækni í Tórshavn
1962—80 og lækni hjá Føroya Lívstrygging
1967—1979. Aftur at hesum virkaði hann
sum lærari í læknakunnleika á Føroya Sjó-
mansskúla frá 1951, á Føroya Maskinskúla
1966—73 og við sjúkrasystraútbúgvingina
frá 1952, til hann fór frá í 1979. Hann var
limur í ymsum nevndum og ráðum og for-
maður í Listafelag Føroya 1941—60.
Sum tað sæst á yvirlitum yvir tað, sum hann
skrivliga hevur latið úr hondum, hevur hann
eisini verið virkin sum vísindamaður. f hesum
sambandi eigur serliga doktararitgerð hans-
ara um bróstamjólk at verða nevnd, sum
gav honum doktaraheiti við universitetið í
Keypmannahavn í 1954. Sum landslækni er
Hanus Debes Joensen kendur um allar Føroy-
ar, ikki minst tí hann við ávísum tíðarbilum
ferðaðist um landið og koppsetti børn, og tí
hann á hvørjum ári við síni eyðkendu rødd
ávaraði móti nátasjúkuni.
Tað er kortini ikki fyri avrik hansara sum
landslækni, at henda bók av Fróðskaparritum
verður ognað Hanusi Debes Joensen, men fyri
tað avrik, sum hann saman við vinmanninum
Jóannes Rasmussen hevur fingið á skaftið.
Teir løgdu lunnar undir Føroya Fróðskapar-
felag, Fróðskaparrit og at enda Fróðskapar-
setur Føroya. Tað, sum koyrdi á teir, var ynsk-
ið um at skapa eitt vísindaligt umhvørvi í
Føroyum, har føroyska málið kom í hásæti.
Fróðskaparrit 31. bók (1983): 4-8