Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 6

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 6
Um ikki at flyta annan fótin fyrr enn hin stendur tryggur Ein stutt søgulig lýsing av Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetri Føroya Jóan Pauli Joensen Sum inngang til hetta yvirlit fari eg at loyva mær at seta hetta brot burtur úr røðu, sum formaðurin í Føroya Fróðskaparfelag Flanus Debes Joensen hevði á 20 ára stovningardegi felagsins 17. desember 1972: »Skulu vit aftan á 20 ára royndir loyva okkum at benda á ta atferð, sum hevur tókst hollast, má tað vera at royna ongantíð at seta sær setningar, sum tú sjálvur ivast í at vera førur fyri at halda, ongantíð at biðja um almennan stuðul, uttan so tú sjálvur longu ert komin fitt á leið, ongantíð at sleppa persónligum ella politiskum hugsjónum og áhugamálum fram um meginmálið, ein før- oyskan lærdómsstovn og — einamest kanska — at arbeiða í semju og samlyndi, ið hvussu Hetta yvirlit byggir fyrst og fremst á upplýsingar úr gerðabók Føroya Fróðskaparfelags, gerðabók seturs- ráðsins og á skjøl, sum eru at finna í varðveitslu hjá Fróðskaparfelagnum og á Fróðskaparsetrinum. Har- umframt havi eg eisini fingið munnligar upplýsingar frá Maud Heinesen, setursskrivara, ið hevur verið skrivari Fróðskaparfelagsins síðan 1963 og skrivari setursins síðan 1965, og frá Jóannesi Rasmussen, stats- geologi, ið var ein teirra, ið stovnaði Fróðskaparfelag- ið, og sum var nevndarlimur í Fróðskaparfelagnum og formaður í setursráðnum øll tey fyrstu árini. Tey hava eisini lisið handritið og eru komin við fleiri upp- ískoytum og hava rættað meg, har eg eri farin skeiv- ur. Teimum báðum takki eg hjartaliga fyri beinasemi. er so, at vit altíð standa saman fyri øðr- um. Roynt hevur verið, eins og til bjarga, ong- antíð at flutt annan fótin fyrr enn hin fóturin stóð tryggur, og annars altíð heilt og fult at líta á hinar, sum við vóru í ferðini. Tí eitt heldur stutt komið samfelag sum okkara, sum enn ikki er komið i fasta legu sum tjóð, og har sjónarmið og áskoðanir stríðast og ofta eru heilt ósambærilig, er í mongum førum lítið mætari at fóta sær í enn í bjarglendi.« Bátahøllin, har tað byrjaði Hjúnini Petra og Hans Andrias Djurhuus sýndu visindum og granskingararbeiði yvir- høvur sera stóran ans. Hans Andrias var formaður í Føroya Forngripafelag í mong ár og Petra var ein sera virkin savnari. f 1951 seldu tey Sloans hús í Havn, sum tey áttu, og lótu sølupeningin til bygging av einum nýggj- um savni. Umframt keypsvirði læt Tórs- havnar býráð eina stóra peningagávu til sama endamál. Fyri umleið 75.000 kr. vórðu so eini hús liðug at seta upp keypt úr Noregi. Føroya landsstýri kostaði uppsetingina av Fróðskaparrit 31. bók (1983): 11-35
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.