Fróðskaparrit - 01.01.1983, Qupperneq 6
Um ikki at flyta annan fótin fyrr
enn hin stendur tryggur
Ein stutt søgulig lýsing av Føroya Fróðskaparfelag
og Fróðskaparsetri Føroya
Jóan Pauli Joensen
Sum inngang til hetta yvirlit fari eg at loyva
mær at seta hetta brot burtur úr røðu, sum
formaðurin í Føroya Fróðskaparfelag Flanus
Debes Joensen hevði á 20 ára stovningardegi
felagsins 17. desember 1972:
»Skulu vit aftan á 20 ára royndir loyva
okkum at benda á ta atferð, sum hevur tókst
hollast, má tað vera at royna ongantíð at
seta sær setningar, sum tú sjálvur ivast í at
vera førur fyri at halda, ongantíð at biðja
um almennan stuðul, uttan so tú sjálvur
longu ert komin fitt á leið, ongantíð at sleppa
persónligum ella politiskum hugsjónum og
áhugamálum fram um meginmálið, ein før-
oyskan lærdómsstovn og — einamest kanska
— at arbeiða í semju og samlyndi, ið hvussu
Hetta yvirlit byggir fyrst og fremst á upplýsingar úr
gerðabók Føroya Fróðskaparfelags, gerðabók seturs-
ráðsins og á skjøl, sum eru at finna í varðveitslu hjá
Fróðskaparfelagnum og á Fróðskaparsetrinum. Har-
umframt havi eg eisini fingið munnligar upplýsingar
frá Maud Heinesen, setursskrivara, ið hevur verið
skrivari Fróðskaparfelagsins síðan 1963 og skrivari
setursins síðan 1965, og frá Jóannesi Rasmussen, stats-
geologi, ið var ein teirra, ið stovnaði Fróðskaparfelag-
ið, og sum var nevndarlimur í Fróðskaparfelagnum
og formaður í setursráðnum øll tey fyrstu árini. Tey
hava eisini lisið handritið og eru komin við fleiri upp-
ískoytum og hava rættað meg, har eg eri farin skeiv-
ur. Teimum báðum takki eg hjartaliga fyri beinasemi.
er so, at vit altíð standa saman fyri øðr-
um.
Roynt hevur verið, eins og til bjarga, ong-
antíð at flutt annan fótin fyrr enn hin fóturin
stóð tryggur, og annars altíð heilt og fult at
líta á hinar, sum við vóru í ferðini. Tí eitt
heldur stutt komið samfelag sum okkara, sum
enn ikki er komið i fasta legu sum tjóð, og
har sjónarmið og áskoðanir stríðast og ofta
eru heilt ósambærilig, er í mongum førum
lítið mætari at fóta sær í enn í bjarglendi.«
Bátahøllin, har tað byrjaði
Hjúnini Petra og Hans Andrias Djurhuus
sýndu visindum og granskingararbeiði yvir-
høvur sera stóran ans. Hans Andrias var
formaður í Føroya Forngripafelag í mong ár
og Petra var ein sera virkin savnari. f 1951
seldu tey Sloans hús í Havn, sum tey áttu, og
lótu sølupeningin til bygging av einum nýggj-
um savni. Umframt keypsvirði læt Tórs-
havnar býráð eina stóra peningagávu til
sama endamál. Fyri umleið 75.000 kr. vórðu
so eini hús liðug at seta upp keypt úr Noregi.
Føroya landsstýri kostaði uppsetingina av
Fróðskaparrit 31. bók (1983): 11-35