Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 7

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 7
10 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... húsunum í 1952. Fyrsta framsýning í hesum nýggju hølunum var landsframsýningin, sum varð fyriskipað í 1952 í sambandi við 100 ára dagin fyri, at Føroya løgting varð endurreist. í syðra enda á hesum húsum, Bátahøllin ella Neystið, sum tey vanliga eru nevnd, varð frá byrjan, eftir ynski teirra Hans Andriasar og Petru Djurhuus, innrættað høli til fornfrøði og jarðfrøði. Hans Andrias andaðist, áðrenn húsini vórðu reist. Petra Djurhuus læt tá innrætta á loftinum i syðra enda Hans Andri- asar stovu til minnis um mann sín. Stovuna læt hon Føroya Fróðskaparfelag til felags- og arbeiðsrúm. Felagið varð formliga stovn- að 17. desember í 1952. Seinni fekk felagið eisini bøkur og annað, sum Hans Andrias Djurhuus hevði átt. Bátaframsýningin og náttúrusøguliga framsýningin komu ikki beinan vegin, men vórðu uppsettar so við og við. Hetta varð fyri stóran part fyriskipað av Petru Djurhuus í samstarvi við Sverra Dahl, antikvar, og Jóannes Rasmussen, fyristøðu- mann fyri Náttúrugripasavninum. f Bátahøllini komu so Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið at halda til i neðra; Fróðskaparfelagið og seinni eisini Málstovn- ur Føroya Fróðskaparfelags fingu innivist á loftinum. Fróðskaparsetur Føroya helt eisini til á hesum sama lofti frá 1965 til nýggju set- urshúsini vórðu bygd í 1967. Tað er sostatt fyri stóran part Petru og Hans Andriasi Djurhuus fyri at takka, at Føroya Fróðskap- arfelag frá byrjan fekk arbeiðshøli og góðar umstøður at virka í. Føroya Fróðskaparfelag verður stovnað Fyrireikingarnar til stovnan av Fróðskapar- felagnum vórðu gjørdar í góðari tíð innan stovningardagin. Teir sum løgdu mest á seg í hesum sambandi vóru Hanus Debes Joensen og Jóannes Rasmussen. Teir høvdu t.d. longu frammanundan fingið greitt fyrsta Fróðskap- arrit til prentingar. Stovnandi aðalfundurin var 17. desember 1952 á Jarðfrøðisavninum í Bátahøllini. Teir, sum vóru á hesum fundi, vóru: Rasmus Rasmussen, fyrrv. háskúlastjóri R. K. Rasmussen, kommunulækni, dr. med. Hans Debes Joensen, landslækni Axel Poulsen, kommunulækni Karsten Hoydal, fiskivinnufrøðingur Hans Jacob Jacobsen, landbúnaðarráðgevari Jóannes Rasmussen, mag. scient. Sverri Dahl, antikvarur Teir báðir Niels á Botni, fuglakonservator, Nólsoy, og Christian Matras, professari, Keypmannahavn, vóru ikki á fundi, men gjørdust limir. Hetta vóru somu menn, sum skrivaðu í fyrstu bók av Fróðskaparritum. Á fundinum varð lógaruppskot fyri felagið sett fram og samtykt. Eisini varð samtykt at árbók felagsins »skuldi eita Fróðskaparrit við latínska heitinum: Annales Societatis Scientiarum Færoensis«. Bæði felagið og ritið høvdu fingið navn eft- ir uppskoti frá Christian Matras. Mið Fróðskaparfelagsins er sbrt. § 2: 1. At taka upp samstarv við tey fólk her á landi, sum áhuga hava fyri vísindaligum starvi. 2. Á føroyskum máli at geva út Fróðskapar- rit, ið er felagsárbók. 3. At fáa til vegar vísindaligar bókmentir og virka fyri at fáa settan á stovn ein ognar- grunn og soleiðis royna at leggja støði undir ein komandi lærdómsstovn í Føroy- um.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.