Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 7
10
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
húsunum í 1952. Fyrsta framsýning í hesum
nýggju hølunum var landsframsýningin, sum
varð fyriskipað í 1952 í sambandi við 100 ára
dagin fyri, at Føroya løgting varð endurreist.
í syðra enda á hesum húsum, Bátahøllin ella
Neystið, sum tey vanliga eru nevnd, varð frá
byrjan, eftir ynski teirra Hans Andriasar og
Petru Djurhuus, innrættað høli til fornfrøði
og jarðfrøði. Hans Andrias andaðist, áðrenn
húsini vórðu reist. Petra Djurhuus læt tá
innrætta á loftinum i syðra enda Hans Andri-
asar stovu til minnis um mann sín. Stovuna
læt hon Føroya Fróðskaparfelag til felags-
og arbeiðsrúm. Felagið varð formliga stovn-
að 17. desember í 1952. Seinni fekk felagið
eisini bøkur og annað, sum Hans Andrias
Djurhuus hevði átt. Bátaframsýningin og
náttúrusøguliga framsýningin komu ikki
beinan vegin, men vórðu uppsettar so við og
við. Hetta varð fyri stóran part fyriskipað av
Petru Djurhuus í samstarvi við Sverra Dahl,
antikvar, og Jóannes Rasmussen, fyristøðu-
mann fyri Náttúrugripasavninum.
f Bátahøllini komu so Fornminnissavnið
og Náttúrugripasavnið at halda til i neðra;
Fróðskaparfelagið og seinni eisini Málstovn-
ur Føroya Fróðskaparfelags fingu innivist á
loftinum. Fróðskaparsetur Føroya helt eisini
til á hesum sama lofti frá 1965 til nýggju set-
urshúsini vórðu bygd í 1967. Tað er sostatt
fyri stóran part Petru og Hans Andriasi
Djurhuus fyri at takka, at Føroya Fróðskap-
arfelag frá byrjan fekk arbeiðshøli og góðar
umstøður at virka í.
Føroya Fróðskaparfelag verður stovnað
Fyrireikingarnar til stovnan av Fróðskapar-
felagnum vórðu gjørdar í góðari tíð innan
stovningardagin. Teir sum løgdu mest á seg í
hesum sambandi vóru Hanus Debes Joensen
og Jóannes Rasmussen. Teir høvdu t.d. longu
frammanundan fingið greitt fyrsta Fróðskap-
arrit til prentingar.
Stovnandi aðalfundurin var 17. desember
1952 á Jarðfrøðisavninum í Bátahøllini. Teir,
sum vóru á hesum fundi, vóru:
Rasmus Rasmussen, fyrrv. háskúlastjóri
R. K. Rasmussen, kommunulækni, dr. med.
Hans Debes Joensen, landslækni
Axel Poulsen, kommunulækni
Karsten Hoydal, fiskivinnufrøðingur
Hans Jacob Jacobsen, landbúnaðarráðgevari
Jóannes Rasmussen, mag. scient.
Sverri Dahl, antikvarur
Teir báðir Niels á Botni, fuglakonservator,
Nólsoy, og Christian Matras, professari,
Keypmannahavn, vóru ikki á fundi, men
gjørdust limir. Hetta vóru somu menn, sum
skrivaðu í fyrstu bók av Fróðskaparritum.
Á fundinum varð lógaruppskot fyri felagið
sett fram og samtykt. Eisini varð samtykt at
árbók felagsins »skuldi eita Fróðskaparrit
við latínska heitinum: Annales Societatis
Scientiarum Færoensis«.
Bæði felagið og ritið høvdu fingið navn eft-
ir uppskoti frá Christian Matras.
Mið Fróðskaparfelagsins er sbrt. § 2:
1. At taka upp samstarv við tey fólk her á
landi, sum áhuga hava fyri vísindaligum
starvi.
2. Á føroyskum máli at geva út Fróðskapar-
rit, ið er felagsárbók.
3. At fáa til vegar vísindaligar bókmentir og
virka fyri at fáa settan á stovn ein ognar-
grunn og soleiðis royna at leggja støði
undir ein komandi lærdómsstovn í Føroy-
um.