Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 8
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
11
Nevndarlimir og onnur fólk felagsins
Áðrenn farið verður undir at greiða frá virk-
semi felagsins, skulu fólk felagsins verða um-
rødd. Á stovnandi aðalfundinum vórðu teir
tríggir Hanus Debes Joensen, Jóannes Ras-
mussen og Sverri Dahl valdir í felagsnevndina,
sum skipaði seg við Hanusi Debes Joensen sum
formanni, Jóannesi Rasmussen sum næst-
formanni og Sverra Dahl sum kassameistara.
Henda nevnd varð ferð eftir ferð afturvald í
25 ár. Kortini so at Hanus Debes Joensen og
Jóannes Rasmussen skiftu um sess í 1974,
soleiðis at Jóannes Rasmussen varð formað-
ur, og Hanus Debes Joensen varð næstfor-
maður. Á aðalfundi 17. desember 1977 ynsktu
allir tríggir at fara úr nevndini, og eftir teirra
uppskoti vórðu Høgni Debes Joensen, lækni,
Jóan Pauli Joensen, savnvørður og Jóhan
Hendrik W. Poulsen, deildarstjóri, valdir í
nevndina, sum skipaði seg við Høgna sum
formanni, Jóan Paula sum næstformanni og
Jóhan Hendriki sum kassameistara. Henda
nevnd situr enn.
Tveir tiltaksmenn og tveir roknskapar-
grannskoðarar hava verið valdir á hvørjum
aðalfundi. Sum tiltaksmenn hava sitið:
Karsten Hoydal 1952—1977, Axel Poulsen
1952—1964, Jákup Sverri Joensen 1964—
1977, Bogi Hansen og Mortan Nolsøe síðan
1977. Roknskapargrannskoðarnir hava verið:
R. K. Rasmussen 1952—1961, J. D. Magnuss-
en 1952—1964 N. P. Holm 1961—1966, Hans
Jacob Jacobsen 1964—1979, Jákup í Jákups-
stovu 1966—1976, Jóan Pauli Joensen 1976—
1977. Arne Thorsteinsson hevur verið grann-
skoðari síðan 1977, og John Davidsen síðan
1979.
Maud Heinesen byrjaði í 1963 sum hjálpar-
fólk hjá felagnum og kom so við og við at
virka sum skrivari felagsins. Kassameistarin
førdi limaroknskapin til 1973; tá tók seturs-
skrivstovan við.
Roknskaparhald felagsins hevur Esbern
Zachariassen annars havt um hendur: fyri
bókaútgávustarvið og Málstovnin 1961—78
(hereftir setursskrivstovan), Orðabókagrunn-
in 1963—84, R. K. Rasmussens grunn 1966—
83. Onnur fólk, sum hava arbeitt fyri felagið,
verða umrødd í tí høpi, samstarvið hoyrir
heima.
Fróðskaparrit
f umsókn til Mentunargrunn Føroya Løg-
tings dagfestari 15. mai 1952 verður sagt, at
menn við heiðursritinum til Rasmus Rasmus-
sen á 80 ára degi hansara í 1951 gjørdu eina
fyrstu roynd til eitt føroyskt fróðskaparrit.
Ført verður fram, at tað er av stórum týdn-
ingi, »at menn, sum starvast á vísindaligum
økjum, sleppa at leggja frá sær úrslit í før-
oyskari ritgerð, sum í útheiminum kann um-
boða Føroyar vísindaliga og mentunarliga«.
Áðrenn umsóknin varð send Mentunargrunn-
inum, høvdu fyrireikararnir fingið teknað eitt
stórt tal av haldarum á bygd. Mentunar-
grunnurin tók upp á seg at geva ritið út fyri
eitt ár í senn, treytað av at grunnurin stóð sum
útgevari og Fróðskaparfelagið sum fyrireik-
ari av ritinum. Soleiðis kom tað fyrsta ritið út
longu til stovnandi aðalfund felagsins. í reglu-
gerðini fyri Fróðskaparrit stendur m.a.:
»Ætlingin við hesum ritgerðum er at siga
frá nýloftaðum fyribrigdum og leggja fram
rannsóknarúrslit frá øllum vísindagreinum.
Evnini nýtast júst ikki at vera føroysk —
greinirnar skulu tó vera á føroyskum máli við
útlendskum resume, men ritgerðin má vera
ein sjálvgjørd handfaring av einumhvørjum
evni. Av tí at ráðini eru ring, og plássið tí