Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 8

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 8
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 11 Nevndarlimir og onnur fólk felagsins Áðrenn farið verður undir at greiða frá virk- semi felagsins, skulu fólk felagsins verða um- rødd. Á stovnandi aðalfundinum vórðu teir tríggir Hanus Debes Joensen, Jóannes Ras- mussen og Sverri Dahl valdir í felagsnevndina, sum skipaði seg við Hanusi Debes Joensen sum formanni, Jóannesi Rasmussen sum næst- formanni og Sverra Dahl sum kassameistara. Henda nevnd varð ferð eftir ferð afturvald í 25 ár. Kortini so at Hanus Debes Joensen og Jóannes Rasmussen skiftu um sess í 1974, soleiðis at Jóannes Rasmussen varð formað- ur, og Hanus Debes Joensen varð næstfor- maður. Á aðalfundi 17. desember 1977 ynsktu allir tríggir at fara úr nevndini, og eftir teirra uppskoti vórðu Høgni Debes Joensen, lækni, Jóan Pauli Joensen, savnvørður og Jóhan Hendrik W. Poulsen, deildarstjóri, valdir í nevndina, sum skipaði seg við Høgna sum formanni, Jóan Paula sum næstformanni og Jóhan Hendriki sum kassameistara. Henda nevnd situr enn. Tveir tiltaksmenn og tveir roknskapar- grannskoðarar hava verið valdir á hvørjum aðalfundi. Sum tiltaksmenn hava sitið: Karsten Hoydal 1952—1977, Axel Poulsen 1952—1964, Jákup Sverri Joensen 1964— 1977, Bogi Hansen og Mortan Nolsøe síðan 1977. Roknskapargrannskoðarnir hava verið: R. K. Rasmussen 1952—1961, J. D. Magnuss- en 1952—1964 N. P. Holm 1961—1966, Hans Jacob Jacobsen 1964—1979, Jákup í Jákups- stovu 1966—1976, Jóan Pauli Joensen 1976— 1977. Arne Thorsteinsson hevur verið grann- skoðari síðan 1977, og John Davidsen síðan 1979. Maud Heinesen byrjaði í 1963 sum hjálpar- fólk hjá felagnum og kom so við og við at virka sum skrivari felagsins. Kassameistarin førdi limaroknskapin til 1973; tá tók seturs- skrivstovan við. Roknskaparhald felagsins hevur Esbern Zachariassen annars havt um hendur: fyri bókaútgávustarvið og Málstovnin 1961—78 (hereftir setursskrivstovan), Orðabókagrunn- in 1963—84, R. K. Rasmussens grunn 1966— 83. Onnur fólk, sum hava arbeitt fyri felagið, verða umrødd í tí høpi, samstarvið hoyrir heima. Fróðskaparrit f umsókn til Mentunargrunn Føroya Løg- tings dagfestari 15. mai 1952 verður sagt, at menn við heiðursritinum til Rasmus Rasmus- sen á 80 ára degi hansara í 1951 gjørdu eina fyrstu roynd til eitt føroyskt fróðskaparrit. Ført verður fram, at tað er av stórum týdn- ingi, »at menn, sum starvast á vísindaligum økjum, sleppa at leggja frá sær úrslit í før- oyskari ritgerð, sum í útheiminum kann um- boða Føroyar vísindaliga og mentunarliga«. Áðrenn umsóknin varð send Mentunargrunn- inum, høvdu fyrireikararnir fingið teknað eitt stórt tal av haldarum á bygd. Mentunar- grunnurin tók upp á seg at geva ritið út fyri eitt ár í senn, treytað av at grunnurin stóð sum útgevari og Fróðskaparfelagið sum fyrireik- ari av ritinum. Soleiðis kom tað fyrsta ritið út longu til stovnandi aðalfund felagsins. í reglu- gerðini fyri Fróðskaparrit stendur m.a.: »Ætlingin við hesum ritgerðum er at siga frá nýloftaðum fyribrigdum og leggja fram rannsóknarúrslit frá øllum vísindagreinum. Evnini nýtast júst ikki at vera føroysk — greinirnar skulu tó vera á føroyskum máli við útlendskum resume, men ritgerðin má vera ein sjálvgjørd handfaring av einumhvørjum evni. Av tí at ráðini eru ring, og plássið tí
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.