Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 9

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 9
12 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... verður smábýtt — vit vilja sum nevnt geva øllum vísindagreinum innivist — verður ikki gjørligt at prenta upp skjalatilfar óviðgjørt, men ógvuliga væl greinir, sum byggja á tí- líkt tilfar«. Spurningurin, um greinir á fremmandum málum skuldu kunna prentast í ritinum, var fyri á aðalfundi 17. desember 1966. Samtykt varð tá at gera undantak frá 2. grein 2. petti, har tað stendur, at grein skal skrivast á før- oyskum, soleiðis at: »Kortini er ritstjórnini loyvt at gera undan- tak, um áneyðir eru til tess, og tá allir limirnir eru samdir um tað. Urtak skal tó í slíkum føri vera á føroyskum máli.« Henda samtykt var ein dagføring av eini siðvenju, sum hevði verið galdandi síðan 1963 við 12. bók, tá Jóannes Rasmussen sam- an við Eske Koch skrivaði eina grein, sum varð prentað bæði á føroyskum og enskum. Síðan tá hava næstan í hvørjum riti verið onkrar greinir á útlendskum málum. Onkur hevur hildið á aðalfundum felagsins, at ov nógv er av fremmandum máli í ritinum. Spurningurin er, um ritið skal vera eitt am- boð til málmenning ella eitt amboð, sum kann umboða føroysk vísindi úteftir. í hesum sam- bandi skal verða víst til viðtal við Hanus Debes Joensen í Skøruni, blað setursins, 1983:4. Hann sigur her, at hann iðrar seg um, at hansara đoktararitgerð um bróstamjólkina røkk so stutt, tí hon varð skrivað á donsk- um. Spurdur um, hví teir so góvu Fróðs- skaparrit út á føroyskum, svarar hann, at »setningurin var heilt annar. Fremst av øll- um at búgva út føroyskt vísindaligt mál.« Tey seinastu árini hevur verið roynt at gera bæði. Mentunargrunnur Føroya løgtings hevur givið ritið út øll árini, tey fyrstu árini kortini eftir umsókn hvørja ferð, men síðan 1955 fyri eitt longri áramál í senn. Tað var viðhvørt, at summir limir í Mentunargrunninum hildu, at ritið var ov tyngjandi fyri grunnin, men tá landsstýrið í 1960 vildi játta grunninum tað eyka, sum Fróðskaparrit gav grunninum í peningaligum halli, varð hesin spurningurin loystur, og Mentunargrunnurin hevur øll árini givið ritið út, soleiðis at grunnurin hev- ur borið útreiðslurnar, men eisini fingið tað, sum kom inn í sølu fyri ritið. Eitt rit sum Fróðskaparrit gevur vanliga ikki avlop, men upp í inntøkurnar eigur eisini at verða rokn- að tað stóra virði av bókum og tíðarritum, sum eru komin til landið í býti fyri Fróðskap- arrit; longu í 1955 var talan um 4-5000 tíðar- rit og bøkur. Teir báðir, Hanus Debes Joensen og Jóannes Rasmussen, hava, sum tað sæst i brævaskift- inum millum Mentunargrunnin og felagið, ligið sum knívur á hørðum horni fyri at tryggja fíggingina av Fróðskaparritum. Uttan tað yvirhøvur stak góða samstarvið við Ment- unargrunnin hevði hetta ikki eydnast. Hanus Debes Joensen og Jóannes Rasmus- sen vóru einsamallir ritstjórar til 1962, tá Jóhannes av Skarði kom upp í ritstjórnina. Hann fór frá í 1973, og í hansara stað kom Jóhan Hendrik W. Poulsen. Siðan 1977 hevur hann saman við Høgna Debes Joensen og Jóan Paula Joensen verið í ritstjórnini. Fróðskaparrit: Supplementa Á aðalfundi 17. 12. 1954 boðaði nevndin frá, at hon av sínum eintingum hevði »tikið upp á seg at fyrireika umframt Fróðskaparrit eina røð av størri ritgerðum í bókasniði, sum er ætlað at koma, ikki regluliga á hvørjum ári, men so hvørt sum menn hava úrslit í
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.