Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 9
12
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
verður smábýtt — vit vilja sum nevnt geva
øllum vísindagreinum innivist — verður ikki
gjørligt at prenta upp skjalatilfar óviðgjørt,
men ógvuliga væl greinir, sum byggja á tí-
líkt tilfar«.
Spurningurin, um greinir á fremmandum
málum skuldu kunna prentast í ritinum, var
fyri á aðalfundi 17. desember 1966. Samtykt
varð tá at gera undantak frá 2. grein 2. petti,
har tað stendur, at grein skal skrivast á før-
oyskum, soleiðis at:
»Kortini er ritstjórnini loyvt at gera undan-
tak, um áneyðir eru til tess, og tá allir limirnir
eru samdir um tað. Urtak skal tó í slíkum
føri vera á føroyskum máli.«
Henda samtykt var ein dagføring av eini
siðvenju, sum hevði verið galdandi síðan
1963 við 12. bók, tá Jóannes Rasmussen sam-
an við Eske Koch skrivaði eina grein, sum
varð prentað bæði á føroyskum og enskum.
Síðan tá hava næstan í hvørjum riti verið
onkrar greinir á útlendskum málum. Onkur
hevur hildið á aðalfundum felagsins, at ov
nógv er av fremmandum máli í ritinum.
Spurningurin er, um ritið skal vera eitt am-
boð til málmenning ella eitt amboð, sum kann
umboða føroysk vísindi úteftir. í hesum sam-
bandi skal verða víst til viðtal við Hanus Debes
Joensen í Skøruni, blað setursins, 1983:4.
Hann sigur her, at hann iðrar seg um, at
hansara đoktararitgerð um bróstamjólkina
røkk so stutt, tí hon varð skrivað á donsk-
um. Spurdur um, hví teir so góvu Fróðs-
skaparrit út á føroyskum, svarar hann, at
»setningurin var heilt annar. Fremst av øll-
um at búgva út føroyskt vísindaligt mál.«
Tey seinastu árini hevur verið roynt at gera
bæði.
Mentunargrunnur Føroya løgtings hevur
givið ritið út øll árini, tey fyrstu árini kortini
eftir umsókn hvørja ferð, men síðan 1955 fyri
eitt longri áramál í senn. Tað var viðhvørt,
at summir limir í Mentunargrunninum hildu,
at ritið var ov tyngjandi fyri grunnin, men tá
landsstýrið í 1960 vildi játta grunninum tað
eyka, sum Fróðskaparrit gav grunninum í
peningaligum halli, varð hesin spurningurin
loystur, og Mentunargrunnurin hevur øll
árini givið ritið út, soleiðis at grunnurin hev-
ur borið útreiðslurnar, men eisini fingið tað,
sum kom inn í sølu fyri ritið. Eitt rit sum
Fróðskaparrit gevur vanliga ikki avlop, men
upp í inntøkurnar eigur eisini at verða rokn-
að tað stóra virði av bókum og tíðarritum,
sum eru komin til landið í býti fyri Fróðskap-
arrit; longu í 1955 var talan um 4-5000 tíðar-
rit og bøkur.
Teir báðir, Hanus Debes Joensen og Jóannes
Rasmussen, hava, sum tað sæst i brævaskift-
inum millum Mentunargrunnin og felagið,
ligið sum knívur á hørðum horni fyri at tryggja
fíggingina av Fróðskaparritum. Uttan tað
yvirhøvur stak góða samstarvið við Ment-
unargrunnin hevði hetta ikki eydnast.
Hanus Debes Joensen og Jóannes Rasmus-
sen vóru einsamallir ritstjórar til 1962, tá
Jóhannes av Skarði kom upp í ritstjórnina.
Hann fór frá í 1973, og í hansara stað kom
Jóhan Hendrik W. Poulsen. Siðan 1977 hevur
hann saman við Høgna Debes Joensen og
Jóan Paula Joensen verið í ritstjórnini.
Fróðskaparrit: Supplementa
Á aðalfundi 17. 12. 1954 boðaði nevndin frá,
at hon av sínum eintingum hevði »tikið upp
á seg at fyrireika umframt Fróðskaparrit
eina røð av størri ritgerðum í bókasniði, sum
er ætlað at koma, ikki regluliga á hvørjum
ári, men so hvørt sum menn hava úrslit í