Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 10

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 10
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 13 nóg stórari ritgerð at lata felagnum. Henda nýggja røð hevur fingið navnið SUPPLE- MENTA (við framhaldandi nr.), og pen- ingaliga støði undir hvørjum supplementum ætlar nevndin um gjørligt at hjálpa høvund- unum við á tann hátt, at felagið gevur við- mæli ella beinleiðis vendir sær við umsókn um peningastuðul til ymsar grunnar í ríkin- um, sum styðja vísindalig endamál og útgáv- ur. Hesar ritgerðir kunna vera á útlendskum máli, men eiga at hava føroyskt úrtak.« Fyrsta bók í hesi røð var doktararitgerðin hjá H.D. Joensen, sum kom út í 1954. Til- samans hevur felagið skipað fyri útgávu av 8 bókum í røðini Supplementa, av teimum eru 4 doktararitgerðir. Onnur rit Umframt Fróðskaparrit og røðina Supple- menta hevur felagið staðið fyri útgávuni av bckum, sum eru útgivnar stakar. Hvørjar tær eru, sæst á evnisyvirlitinum yvir rit Fróðskaparfelagsins. Her skulu orðabckur- nar bert verða nevndar. 2. útgáva av M. A. Jacobsen og Chr. Matras: Føroysk-donsk orðabók kom út i 1961, Jóhannes av Skarði: Donsk-føroysk orðabók kom út í 1967, eyka- bind til Føroysku-donsku orðabókina, sum Jóhan Hendrik W. Poulsen stóð fyri, kom út í 1974. Tær fyrst nevndu orðabøkurnar vórðu endurprentaðar í 1977, og tá varð prentað eitt ískoyti upp í ta donsku-føroysku orðabókina. Umframt orðabøkur hevur felagið eisini givið út tvær bøkur við orðatilfari, onnur við orðum úr fyrisitingar- og skrivstovumáli og hin við orðatilfari úr alisfrøði. Ein ensk-føroysk orðabók, sum Jóhannes av Skarði stendur fyri, er farin til prentingar. Avgreiðsla av ritum felagsins Til 1958 hevði Føroya Gjaldstova avgreiðsl- una av Fróðskaparritum um hendur fyri Mentunargrunnin, men 15. februar 1958 varð gjørd tann avtala millum felagið og grunnin, at avgreiðslan av ritunum skuldi latast D. J. Magnussen, apotekara á Tjaldurs Apoteki, við tí starvsfólki, sum hann hevði. Tað kom serliga at vera Jákup Haraldsen, sum tók sær av avgreiðsluni. Jákup Haraldsen hevði eisini avgreiðsluna av Supplementa um hendur, og hann útvegaði ritinum fleiri haldarar og keyp- arar til Supplementa. í 1977 tók felagið sjálvt avgreiðsluna av Fróðskaparritum og Supplementa. í 1971 gjørdi felagið sáttmála við E. J. Thomsen, heilsølumann, um umboðssølu av øllum bókum felagsins uttan Føroysku- donsku orðabókini, sum aðrir høvdu í um- boðssølu frammanundan. Sáttmálin við E. J. Thomsen varð uppsagdur 1.12. 1981. Síðan tá hevur avgreiðslan av flestum bókum, fel- agið hevur givið út, verið á setursskrivstovuni. í hesum sambandi er vert at nevna, at frá teirri tíðini, Fróðskaparsetrið varð til sum stovnur, er samtykt um, at felagið skal vera forlag setursins. Bókabýti Sama ár sum 1. bók av Fróðskaparritum kom út, varð farið undir at fáa bókabýti í lag við stovnar í øðrum londum fyri Fróðskapar- rit, seinni eisini Supplementa. Longu í 1955 hevði felagið útvegað 4-5000 bøkur í býti fyri ritið. Hesar bøkur stóðu ta fyrstu tíðina í Hans Andriasar stovu og partvíst á Lands- sjúkrahúsinum; hetta vóru mest læknabøkur.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.