Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 11
14
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
Síðan tá eru bøkur og tíðarrit alsamt komin
á hvørjum ári. Læknabøkurnar eru enn á
Landssjúkrahúsinum. Hinar bøkurnar stóðu
eina tíð i nýggju seturshúsunum, men eru nú
á vísindadeildini á Landsbókasavninum. Ta
fyrstu tíðina vóru tað teir báðir Sverri Fon,
landsbókavørður, og Niels Pauli Holm,
eygna- og oyrnalækni, sum serliga tóku sær
av bókabýtinum. Niels Pauli Holm stóð fyri
læknabókunum, og Sverri Fon fyri hinum.
í 1958 tók Arnbjørn Mortensen, studenta-
skúlalærari, upp á seg partin hjá Sverra Fon.
At menn veruliga hava arbeitt sæst m.a. av,
at Niels Pauli Holm á aðalfundi í 1959 gremur
seg um, at tað ikki var nóg mikið til av lími,
klistripappíri, stempulliti o.ø. til bókabýtið,
og á aðalfundi í 1961 krevur Arnbjørn Mort-
ensen fleiri bókahillar til býtisbøkurnar, sum
komnar vóru. Tá Maud Heinesen byrjaði at
arbeiða fyri felagið í 1963, kom hon at átaka
sær ein part av tí praktiska í sambandi við
bókabýtið. í 1966 varð Ulf Zachariassen sett-
ur sum vísindaligur bókavørður á Lands-
bókasavninum og hevur síðan tá havt bóka-
býtið um hendur.
Málstovnur Føroya Fróðskaparfelags
Fróðskaparrit vórðu bert prentað á føroysk-
um øll tey fyrstu árini. Hetta hevði við sær, at
fleiri greinir máttu umsetast og aðrar mátti
málsliga bøtast um, føroysk orð vóru heldur
ikki fyri øllum fyribrigdum og hugtøkum.
Hetta hevði við sær nógv málsligt arbeiði og
eisini beinleiðis orðasmíð. f 1955 boðaði
nevndin frá, at teir vóru farnir at seta upp
eitt orðasavn við orðum, sum komu fyri í
Fróðskaparritum. Árið eftir varð skotið upp,
at teir, sum skrivaðu í ritið, sjálvir gjørdu ein
lista yvir nýyrði í grein síni at lata hesum
nýggja orðasavninum. Hetta orðasavn var
byrjanin til málstovn felagsins. Á aðalfund-
inum 17. 12. 1958 segði formaðurin H. D.
Joensen:
»Hesi árini, felagið hevur starvast, er tað
vorðið okkum meira og meira skilligt, at tað
spjađda og heldur miðleysa starv, sum fer
fram í føroyskari málrøkt, ov seint og allar-
helst ongantíð fer at føra á mál. Vansarnir
og trupulleikarnir eru so stórir og forða so
nógv øllum munandi skrivligum tiltøkum
her á landi, at tað eftir nevndarinnar tykki
má haldast at vera hin mest umráðandi táttur-
in í føroyskum mentunarstarvi í dag at fáa
samskipað alt, sum vit eiga, av føroyskum
máltilfari í einum savni, sum so við og við
verður givið út sum málslig hjálparamboð. —
Av tí at menn her á landi altíð hava verið
og enn eru sera ósamdir um føroyskt mál,
bæði skriftmál og málnýtslu, var tað okkum
greitt, at fram mátti ikki farast eftir fummum,
men berast mátti so í banđ, at hesin samskip-
andi stovnur kom at standa óheftur bæði av
skiftandi politiskum floksmeirilutum og av
skiftandi oddamonnum í ymiskum yrkis-
feløgum og øðrum samtøkum.«
Felagsnevndin hevði gjørt eitt munagott
fyrireikingararbeiði og sett seg í samband við
menn, sum »í lívsyrki sínum hava roynst
dyggir í livandi føroyskari málnýtslu«, og
sum vildu styðja eitt slíkt tiltak. Felag-
ið helt fund um spurningin 27. apríl 1958,
uppskot varð sett fram um stovningarsam-
tykt, og »Málstovnur Føroya Fróðskapar-
felags« varð settur á stovn sama dag. Enda-
málið hjá hesum nýggja stovni var at savna
føroyskt orðatilfar og skipa tað í eitt orða-
seðlasavn. Stovnurin skuldi stýrast av nevnd
Fróðskaparfelagsins, sum skuldi velja ein
fyristøðumann, ið skuldi vera vitskapliga út-