Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 11
14 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... Síðan tá eru bøkur og tíðarrit alsamt komin á hvørjum ári. Læknabøkurnar eru enn á Landssjúkrahúsinum. Hinar bøkurnar stóðu eina tíð i nýggju seturshúsunum, men eru nú á vísindadeildini á Landsbókasavninum. Ta fyrstu tíðina vóru tað teir báðir Sverri Fon, landsbókavørður, og Niels Pauli Holm, eygna- og oyrnalækni, sum serliga tóku sær av bókabýtinum. Niels Pauli Holm stóð fyri læknabókunum, og Sverri Fon fyri hinum. í 1958 tók Arnbjørn Mortensen, studenta- skúlalærari, upp á seg partin hjá Sverra Fon. At menn veruliga hava arbeitt sæst m.a. av, at Niels Pauli Holm á aðalfundi í 1959 gremur seg um, at tað ikki var nóg mikið til av lími, klistripappíri, stempulliti o.ø. til bókabýtið, og á aðalfundi í 1961 krevur Arnbjørn Mort- ensen fleiri bókahillar til býtisbøkurnar, sum komnar vóru. Tá Maud Heinesen byrjaði at arbeiða fyri felagið í 1963, kom hon at átaka sær ein part av tí praktiska í sambandi við bókabýtið. í 1966 varð Ulf Zachariassen sett- ur sum vísindaligur bókavørður á Lands- bókasavninum og hevur síðan tá havt bóka- býtið um hendur. Málstovnur Føroya Fróðskaparfelags Fróðskaparrit vórðu bert prentað á føroysk- um øll tey fyrstu árini. Hetta hevði við sær, at fleiri greinir máttu umsetast og aðrar mátti málsliga bøtast um, føroysk orð vóru heldur ikki fyri øllum fyribrigdum og hugtøkum. Hetta hevði við sær nógv málsligt arbeiði og eisini beinleiðis orðasmíð. f 1955 boðaði nevndin frá, at teir vóru farnir at seta upp eitt orðasavn við orðum, sum komu fyri í Fróðskaparritum. Árið eftir varð skotið upp, at teir, sum skrivaðu í ritið, sjálvir gjørdu ein lista yvir nýyrði í grein síni at lata hesum nýggja orðasavninum. Hetta orðasavn var byrjanin til málstovn felagsins. Á aðalfund- inum 17. 12. 1958 segði formaðurin H. D. Joensen: »Hesi árini, felagið hevur starvast, er tað vorðið okkum meira og meira skilligt, at tað spjađda og heldur miðleysa starv, sum fer fram í føroyskari málrøkt, ov seint og allar- helst ongantíð fer at føra á mál. Vansarnir og trupulleikarnir eru so stórir og forða so nógv øllum munandi skrivligum tiltøkum her á landi, at tað eftir nevndarinnar tykki má haldast at vera hin mest umráðandi táttur- in í føroyskum mentunarstarvi í dag at fáa samskipað alt, sum vit eiga, av føroyskum máltilfari í einum savni, sum so við og við verður givið út sum málslig hjálparamboð. — Av tí at menn her á landi altíð hava verið og enn eru sera ósamdir um føroyskt mál, bæði skriftmál og málnýtslu, var tað okkum greitt, at fram mátti ikki farast eftir fummum, men berast mátti so í banđ, at hesin samskip- andi stovnur kom at standa óheftur bæði av skiftandi politiskum floksmeirilutum og av skiftandi oddamonnum í ymiskum yrkis- feløgum og øðrum samtøkum.« Felagsnevndin hevði gjørt eitt munagott fyrireikingararbeiði og sett seg í samband við menn, sum »í lívsyrki sínum hava roynst dyggir í livandi føroyskari málnýtslu«, og sum vildu styðja eitt slíkt tiltak. Felag- ið helt fund um spurningin 27. apríl 1958, uppskot varð sett fram um stovningarsam- tykt, og »Málstovnur Føroya Fróðskapar- felags« varð settur á stovn sama dag. Enda- málið hjá hesum nýggja stovni var at savna føroyskt orðatilfar og skipa tað í eitt orða- seðlasavn. Stovnurin skuldi stýrast av nevnd Fróðskaparfelagsins, sum skuldi velja ein fyristøðumann, ið skuldi vera vitskapliga út-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.