Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 12

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 12
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 15 búgvin í málinum. Nevndin setti Chr. Matras, sum tá var professari við Københavns Universitet, til fyristøðumann, og Jóhannes av Skarði til dagligan leiðara. Eitt tað fyrsta, sum gjørt varð, var at senda áheitan til virki og einstaklingar um at styðja Málstovnin pen- ingaliga við árligum gávum. Umframt felags- nevndina skrivaðu fleiri góðir menn undir áheitanina. Áheitanin gav gott úrslit, og øll árini hava gevararnir verið fíggjarliga álitið hjá Málstovninum. Tað lítla orðasavn, sum menn høvdu gjørt burtur úr Fróðskaparritunum, var soleiðis fyrsta savn, sum Málstovnurin kom at fáa. Sama ár varð eisini farið undir eitt stórt tiltak, nevniliga at fáa ljóstikið orðaseðlarnar í seðlasavninum á Færøsk Laboratorium, Københavns Universitet. Hetta arbeiði var mett at kosta 30.000 krónur í 1958. Stovnurin fekk ljóstikið ein fjórðing av hesum seðlum longu í 1958. Felagsnevndin tók ein kassa- kreditt, sum nevndarlimirnir persónliga heftu fyri. Ljóstøkan fór fram á tann hátt, at seðlar- nir vórðu lagdir, so teir hóskaðu á eitt A4 ark. So nógv sum til bar varð avtikið á hvørj- um arki, og so varð klipt sundur aftaná. Hetta gjørdi, at ljóstøkini av teimum einstaku seðl- unum komu at verða smærri enn teir uppruna- ligu seðlarnir. Hetta varð neyðugt fyri at fáa savnið heim so ódýrt sum gjørligt. Tað tók 4 ár at fáa alt seðlasavnið heim til Føroya, og tá av tornaði kostaði ljóstøkan kr. 46.615,50. Peningurin varð fingin til vega á tann hátt, at Dansk-Færøsk-Kulturfond læt kr. 22.500 til endamálið, danska undir- vísingarmálaráðið somu upphædd. Alt varð ikki játtað straks, men so við og við. Parturin hjá Føroya landsstýri I hesum máli var, at landsstýrið játtaði kr. 15.000 til innrættan av hølum til Málstovnin á loftinum á Bátahøllini í 1958, tá stovnurin byrjaði virksemi sítt. I 1963 var ein uppaftur størri partur av loftin- um innrættaður til arbeiðs- og undirvísingar- høli. Her hevði Málstovnurin árskeið fyri lærarar, og her helt Fróðskaparsetrið til tey fyrstu árini. Við hesum seðlasavninum og tí, sum kom afturat við orðtøku úr bókmentum, innsavn- ing úr talumáli og orðasmíði, var orðasavnið hjá Málstovninum størsta føroyska orðasavn, sum til var, og hetta savn øktist ár undan ári. Nógv fólk hava arbeitt sum hjálparfólk á Málstovninum, bæði við at skipa orðasavnið og við at skriva út orð úr bókmentum og gjørt arbeiði í sambandi við orðabókaútgávu. í hesum sambandi eiga nattúrufrøðiligu orða- listarnir, sum Svenning Tausen, lærari, stóð fyri, eisini at verða nevndir. Tá Chr. Matras í 1965 varð settur í starv sum professari við Fróðskaparsetur Føroya, varð skift um, soleiðis at frumskrivaðu seðlar- nir komu á Føroyamálsdeildina og ljóstøkini vórðu send Færøsk Laboratorium. Málstovnurin fer undir hægri undirvísing Heystið 1962 og várið 1963 varð á Náttúru- gripasavninum hildið ársskeið fyri lærarar f náttúrusøguligum lærugreinum. í januar 1963 vendi nevnd Føroya Fróðskaparfelags sær til landsstýrið við eini umsókn um játtan av 20.000 kr. um árið, fyribils í 2 ár, til at fíggja fyrireiking av einum »lærdómsstovni«. Um- sóknin varð játtað, og nevndin fekk tilsøgn frá Chr. Matras professara um, at hann vildi koma til Føroya at skipa fyri einum skeiði í føroyskum máli og bókmentum. Skeiðið byrjaði í januar 1964. 6 lærarar luttóku á hesum skeiði umframt tvey onnur. Formað- urin í Fróðskaparfelagnum greiddi soleiðis
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.