Fróðskaparrit - 01.01.1983, Qupperneq 12
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
15
búgvin í málinum. Nevndin setti Chr. Matras,
sum tá var professari við Københavns
Universitet, til fyristøðumann, og Jóhannes
av Skarði til dagligan leiðara. Eitt tað fyrsta,
sum gjørt varð, var at senda áheitan til virki
og einstaklingar um at styðja Málstovnin pen-
ingaliga við árligum gávum. Umframt felags-
nevndina skrivaðu fleiri góðir menn undir
áheitanina. Áheitanin gav gott úrslit, og øll
árini hava gevararnir verið fíggjarliga álitið
hjá Málstovninum.
Tað lítla orðasavn, sum menn høvdu gjørt
burtur úr Fróðskaparritunum, var soleiðis
fyrsta savn, sum Málstovnurin kom at fáa.
Sama ár varð eisini farið undir eitt stórt tiltak,
nevniliga at fáa ljóstikið orðaseðlarnar í
seðlasavninum á Færøsk Laboratorium,
Københavns Universitet. Hetta arbeiði var
mett at kosta 30.000 krónur í 1958. Stovnurin
fekk ljóstikið ein fjórðing av hesum seðlum
longu í 1958. Felagsnevndin tók ein kassa-
kreditt, sum nevndarlimirnir persónliga heftu
fyri. Ljóstøkan fór fram á tann hátt, at seðlar-
nir vórðu lagdir, so teir hóskaðu á eitt A4
ark. So nógv sum til bar varð avtikið á hvørj-
um arki, og so varð klipt sundur aftaná. Hetta
gjørdi, at ljóstøkini av teimum einstaku seðl-
unum komu at verða smærri enn teir uppruna-
ligu seðlarnir. Hetta varð neyðugt fyri at fáa
savnið heim so ódýrt sum gjørligt.
Tað tók 4 ár at fáa alt seðlasavnið heim til
Føroya, og tá av tornaði kostaði ljóstøkan
kr. 46.615,50. Peningurin varð fingin til vega
á tann hátt, at Dansk-Færøsk-Kulturfond
læt kr. 22.500 til endamálið, danska undir-
vísingarmálaráðið somu upphædd. Alt varð
ikki játtað straks, men so við og við. Parturin
hjá Føroya landsstýri I hesum máli var, at
landsstýrið játtaði kr. 15.000 til innrættan av
hølum til Málstovnin á loftinum á Bátahøllini
í 1958, tá stovnurin byrjaði virksemi sítt. I
1963 var ein uppaftur størri partur av loftin-
um innrættaður til arbeiðs- og undirvísingar-
høli. Her hevði Málstovnurin árskeið fyri
lærarar, og her helt Fróðskaparsetrið til tey
fyrstu árini.
Við hesum seðlasavninum og tí, sum kom
afturat við orðtøku úr bókmentum, innsavn-
ing úr talumáli og orðasmíði, var orðasavnið
hjá Málstovninum størsta føroyska orðasavn,
sum til var, og hetta savn øktist ár undan ári.
Nógv fólk hava arbeitt sum hjálparfólk á
Málstovninum, bæði við at skipa orðasavnið
og við at skriva út orð úr bókmentum og
gjørt arbeiði í sambandi við orðabókaútgávu.
í hesum sambandi eiga nattúrufrøðiligu orða-
listarnir, sum Svenning Tausen, lærari, stóð
fyri, eisini at verða nevndir.
Tá Chr. Matras í 1965 varð settur í starv
sum professari við Fróðskaparsetur Føroya,
varð skift um, soleiðis at frumskrivaðu seðlar-
nir komu á Føroyamálsdeildina og ljóstøkini
vórðu send Færøsk Laboratorium.
Málstovnurin fer undir hægri undirvísing
Heystið 1962 og várið 1963 varð á Náttúru-
gripasavninum hildið ársskeið fyri lærarar f
náttúrusøguligum lærugreinum. í januar 1963
vendi nevnd Føroya Fróðskaparfelags sær
til landsstýrið við eini umsókn um játtan av
20.000 kr. um árið, fyribils í 2 ár, til at fíggja
fyrireiking av einum »lærdómsstovni«. Um-
sóknin varð játtað, og nevndin fekk tilsøgn
frá Chr. Matras professara um, at hann vildi
koma til Føroya at skipa fyri einum skeiði
í føroyskum máli og bókmentum. Skeiðið
byrjaði í januar 1964. 6 lærarar luttóku á
hesum skeiði umframt tvey onnur. Formað-
urin í Fróðskaparfelagnum greiddi soleiðis