Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 14
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
17
Málsligur ráðgevingarstovnur
Tey fyrstu árini eftir at Fróðskaparsetrið
varð stovnsett, varð ikki hugsað so nógv um
Málstovn Føroya Fróðskaparfelags, tí menn
høvdu nóg mikið at gera við at stíla fyri bygg-
ing at seturshúsum og fáa gongd á virksemið
á setrinum. Á aðalfundi 17. desember 1968
var Málstovnurin á skránni í Fróðskaparfelag-
num. Tá varð gjørt av at broyta stovningar-
samtyktina, soleiðis at virksemið hjá Mál-
stovninum nú mest kom at verða av praktisk-
um slag. Stovnurin skuldi fyriskipa orðalistar
til ymiskar yrkisgreinir og annars geva máls-
liga leiðbeining. Á hesum øki skuldi stovnur-
in eisini kunna styðja seg við Føroyamáls-
deildina, tí sbrt. kunngerð nr. 52 frá 20. juni
1968 skuldi professarin í føroyskum máli
verða vísindaligur leiðari av Málstovni Før-
oya Fróðskaparfelags. Tað hevur ikki gjørt
tað lættari at skilja ímillum málstovnsarbeiði
og arbeiði á Føroyamálsdeildini. Virksemið
var samantvinnað.
Á aðalfundinum 17. desember 1975 segði
formaður Fróðskaparfelagsins Jóannes Ras-
mussen:
»Nevndin hevur í farna árinum umhugsað
at broyta Málstovn Føroya Fróðskaparfelags
til ein ráðgevandi málstovn, sum kann vera
fólki til leiðbeiningar og hjálpar í dagliga
yrki teirra við at útvega orðatilfar, lesa í-
gjøgnum málsliga ella týða smærri handrit,
lógir, reglugerðir, lýsingar o.t. Nevndin er
samd um, hvussu tílíkur stovnur eigur at
skipast, men eftir er at vita, hvussu hann skal
rekast fíggjarliga.«
Nevndin var komin so langt í fyrireikandi
arbeiði sínum, at lýst varð eftir fólki I starv
á Málstovninum. Málið datt tó niðurfyri fyri
fyrst, men í 1979 varð nýggj reglugerð gjørd
fyri Málstovnin og ráðgevandi virksemi hans-
ara. Jóhannes av Skarði varð settur til dag-
ligan fyristøðumann uttan løn og Elin Súsanna
Jacobsen varð sett sum skrivari. í sambandi
við nýggju reglugerðina varð eisini sett
málnevnd, sum skuldi hava regluligar fundir,
har tey ráð sum Málstovnurin hevði givið,
vórðu eftirmett; eisini skal nevndin taka
støðu til meira torførar málsligar spurningar,
sum ikki kunnu verða avgreiddir av skrivar-
anum einsamøllum. Skrivarin hevur dagliga
viðtalutíð. f dagliga virkseminum fær Mál-
stovnurin eisini holla hjálp frá Føroyamáls-
deildini. Allir málsligir fyrispurningar og øll
svør, sum givin verða, verða nágreiniliga skrá-
sett, og eru sostatt eitt áhugavert granskingar-
tilfar.
Fróðskaparfelagið hevur valt Jeffrei Hen-
riksen, Hans Thomsen og Jóhan Hendrik W.
Poulsen í málnevndina. Á fundunum eru eisini
skrivarin og fyristøðumaður Málstovnsins.
Málstovnurin verður alsamt fíggjaður við
gávum frá virkjum og privatum fólkum, eisini
tekur stovnurin pening fyri størri málslig
ráðgevingararbeiði eftir serligum reglum.
Føroya Fróðskaparfelag arbeiðir nú fyri at
fáa stovnaða almenna málnevnd á sama hátt
sum í grannalondum okkara.
5. víkingafundur í Føroyum 1965
Eitt av teimum fakliga størstu tiltøkum, sum
Føroya Fróðskaparfelag hevur skipað fyri,
var at leggja 5. víkingafundin til rættis. Hesin
fundur varð hildin í Tórshavn í døgunum 18.-
28. juli 1965. Fróðskaparfelagið og Føroya
Fornminnissavn vóru í felag fyriskiparar.
Landsstýrið og Tórshavnar býráð stóðu eisini
sum innbjóðarar, og »The Patron of the
Congress« var Hákun Djurhuus, løgmaður.