Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 14

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 14
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 17 Málsligur ráðgevingarstovnur Tey fyrstu árini eftir at Fróðskaparsetrið varð stovnsett, varð ikki hugsað so nógv um Málstovn Føroya Fróðskaparfelags, tí menn høvdu nóg mikið at gera við at stíla fyri bygg- ing at seturshúsum og fáa gongd á virksemið á setrinum. Á aðalfundi 17. desember 1968 var Málstovnurin á skránni í Fróðskaparfelag- num. Tá varð gjørt av at broyta stovningar- samtyktina, soleiðis at virksemið hjá Mál- stovninum nú mest kom at verða av praktisk- um slag. Stovnurin skuldi fyriskipa orðalistar til ymiskar yrkisgreinir og annars geva máls- liga leiðbeining. Á hesum øki skuldi stovnur- in eisini kunna styðja seg við Føroyamáls- deildina, tí sbrt. kunngerð nr. 52 frá 20. juni 1968 skuldi professarin í føroyskum máli verða vísindaligur leiðari av Málstovni Før- oya Fróðskaparfelags. Tað hevur ikki gjørt tað lættari at skilja ímillum málstovnsarbeiði og arbeiði á Føroyamálsdeildini. Virksemið var samantvinnað. Á aðalfundinum 17. desember 1975 segði formaður Fróðskaparfelagsins Jóannes Ras- mussen: »Nevndin hevur í farna árinum umhugsað at broyta Málstovn Føroya Fróðskaparfelags til ein ráðgevandi málstovn, sum kann vera fólki til leiðbeiningar og hjálpar í dagliga yrki teirra við at útvega orðatilfar, lesa í- gjøgnum málsliga ella týða smærri handrit, lógir, reglugerðir, lýsingar o.t. Nevndin er samd um, hvussu tílíkur stovnur eigur at skipast, men eftir er at vita, hvussu hann skal rekast fíggjarliga.« Nevndin var komin so langt í fyrireikandi arbeiði sínum, at lýst varð eftir fólki I starv á Málstovninum. Málið datt tó niðurfyri fyri fyrst, men í 1979 varð nýggj reglugerð gjørd fyri Málstovnin og ráðgevandi virksemi hans- ara. Jóhannes av Skarði varð settur til dag- ligan fyristøðumann uttan løn og Elin Súsanna Jacobsen varð sett sum skrivari. í sambandi við nýggju reglugerðina varð eisini sett málnevnd, sum skuldi hava regluligar fundir, har tey ráð sum Málstovnurin hevði givið, vórðu eftirmett; eisini skal nevndin taka støðu til meira torførar málsligar spurningar, sum ikki kunnu verða avgreiddir av skrivar- anum einsamøllum. Skrivarin hevur dagliga viðtalutíð. f dagliga virkseminum fær Mál- stovnurin eisini holla hjálp frá Føroyamáls- deildini. Allir málsligir fyrispurningar og øll svør, sum givin verða, verða nágreiniliga skrá- sett, og eru sostatt eitt áhugavert granskingar- tilfar. Fróðskaparfelagið hevur valt Jeffrei Hen- riksen, Hans Thomsen og Jóhan Hendrik W. Poulsen í málnevndina. Á fundunum eru eisini skrivarin og fyristøðumaður Málstovnsins. Málstovnurin verður alsamt fíggjaður við gávum frá virkjum og privatum fólkum, eisini tekur stovnurin pening fyri størri málslig ráðgevingararbeiði eftir serligum reglum. Føroya Fróðskaparfelag arbeiðir nú fyri at fáa stovnaða almenna málnevnd á sama hátt sum í grannalondum okkara. 5. víkingafundur í Føroyum 1965 Eitt av teimum fakliga størstu tiltøkum, sum Føroya Fróðskaparfelag hevur skipað fyri, var at leggja 5. víkingafundin til rættis. Hesin fundur varð hildin í Tórshavn í døgunum 18.- 28. juli 1965. Fróðskaparfelagið og Føroya Fornminnissavn vóru í felag fyriskiparar. Landsstýrið og Tórshavnar býráð stóðu eisini sum innbjóðarar, og »The Patron of the Congress« var Hákun Djurhuus, løgmaður.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.