Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 16

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 16
UM IKKl AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 19 kensluárslok fer ein og við 4. kensluárslok ein av hesum frá við lutakasti. Við val av ráðslimum hava bert felagslimir búsettir í Føroyum atkvøðurætt. Til tess at verða vald- ur í setursráðið skal maður vera búsettur í Føroyum. Endurval kann fara fram. Tann landsstýrismaður, sum hevur skúla- skapin um hendur, hevur atgongu til allar fundir ráðsins; hann skal fáa og kann geva fundarboð.« Minnilutin, Johan Poulsen, segði, at hann hevði sera stóran áhuga fyri málinum, men helt ikki at rætt var farið fram: »Tað, sum her er talan um, er at seta á stovn 2 fakultetir ella lærustólar ávikavist í føroyskum — norrønum — máli, og í søgu, tvær sera týdningarmiklar, ja, grundleggjandi lærugreinir, tá hugsað verður um at tryggja og varðveita okkara eginleikar sum serstaka tjóð framvegis. Tað er púra skeivt, um menn í hesum føri hugsa sum so: »Lat okkum bara byrja, tað, sum í vantar, kemur seinri av sær sjálvum!« Ein skeiv byrjan skapar altíð trupulleikar aftaná. Tað, sum er høvuðsvans- in her, er, at tað fíggjarliga grundarlagið er ov veikt. Fróðskaparsetrið verður stovnað uppá privatar gávur + ein lítlan studning frá løgtinginum... Ein tílík útbygging av okkara lærda skúlaskapi kann ikki byggjast uppá eitt so svikaligt fíggjarligt grundarlag sum »priv- atar gávur«. Skal tað verða nakað hald í loysninini av hesi uppgávu, má tað almenna standa sum garantur.« Johan Poulsen skeyt upp at taka málið um Fróðskaparsetur til gjøllari umhugsan, og royna at samskipa setrið við studentaskúlan í Hoydølum og síðan leggja málið aftur fyri tingið. Uppskotið frá meirilutanum varð samtykt, t.e. uppskotið frá Fróðskaparfelagnum við einstøkum broytingum. 6. mai 1965 samtykti eitt einmælt løgting at seta á stovn Fróð- skaparsetur Føroya. Sjálv lógin er dagfest 20. mai 1965. Longu 24. mai 1965 var eykaaðalfundur í Fróðskaparfelagnum, sum valdi Jóannes Rasmussen, Hanus Debes Joensen og Jákup Sverra Joensen í setursráðið aftur at teimum báðum føddu limunum Arnbjørn Mortensen, rektara, og Sverra Fon, landsbókavørði. Kl. 21,00 sama kvøld hevði nývalda setursráðið sín fyrsta fund. Ráðið skipaði seg við Jóann- esi Rasmussen sum formanni og Hanusi Debes Joensen sum næstformanni. Til aðalskrivara ráðsins varð Johan Djurhuus, skrivstovu- stjóri, valdur. í avgreiðslunevnd setursins vórðu valdir Jóannes Rasmussen, Hanus Debes Joensen og aðalskrivarin. Fyrsta málið, sum ráðið tók avgerð um, var at seta Christian Matras í starv sum pro- fessara á Fróðskaparsetrinum frá 1. septem- ber 1965. Harnæst varð boðað frá, at ognir- nar hjá Málstovninum skuldu latast Fróð- skaparsetrinum, at ársskeið í føroyskum skuldi byrja 1. september sama ár, at Maud Heinesen varð sett sum skrivari setursráðsins. Eisini varð bygginevnd sett at skipa fyri bygg- ing av nýggjum húsum til Fróðskaparsetur Føroya. Á aðalfundinum í Fróðskaparfelagnum 17. desember sama ár segði ein glaður formaður, at »fáur okkara mundi, tá ið saman um kem- ur, tá ið felagið varð stovnað 17. desember 1952, vænta, at seinastu reglur í 2. grein í felagslógini so skjótt skuldu ganga út: at leggja støði undir ein komandi lærdóms- stovn í Føroyum.«
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.