Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 16
UM IKKl AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
19
kensluárslok fer ein og við 4. kensluárslok
ein av hesum frá við lutakasti. Við val av
ráðslimum hava bert felagslimir búsettir í
Føroyum atkvøðurætt. Til tess at verða vald-
ur í setursráðið skal maður vera búsettur í
Føroyum.
Endurval kann fara fram.
Tann landsstýrismaður, sum hevur skúla-
skapin um hendur, hevur atgongu til allar
fundir ráðsins; hann skal fáa og kann geva
fundarboð.«
Minnilutin, Johan Poulsen, segði, at hann
hevði sera stóran áhuga fyri málinum, men
helt ikki at rætt var farið fram:
»Tað, sum her er talan um, er at seta á
stovn 2 fakultetir ella lærustólar ávikavist í
føroyskum — norrønum — máli, og í søgu,
tvær sera týdningarmiklar, ja, grundleggjandi
lærugreinir, tá hugsað verður um at tryggja
og varðveita okkara eginleikar sum serstaka
tjóð framvegis. Tað er púra skeivt, um menn
í hesum føri hugsa sum so: »Lat okkum bara
byrja, tað, sum í vantar, kemur seinri av sær
sjálvum!« Ein skeiv byrjan skapar altíð
trupulleikar aftaná. Tað, sum er høvuðsvans-
in her, er, at tað fíggjarliga grundarlagið er
ov veikt. Fróðskaparsetrið verður stovnað
uppá privatar gávur + ein lítlan studning frá
løgtinginum... Ein tílík útbygging av okkara
lærda skúlaskapi kann ikki byggjast uppá eitt
so svikaligt fíggjarligt grundarlag sum »priv-
atar gávur«. Skal tað verða nakað hald í
loysninini av hesi uppgávu, má tað almenna
standa sum garantur.«
Johan Poulsen skeyt upp at taka málið um
Fróðskaparsetur til gjøllari umhugsan, og
royna at samskipa setrið við studentaskúlan
í Hoydølum og síðan leggja málið aftur fyri
tingið.
Uppskotið frá meirilutanum varð samtykt,
t.e. uppskotið frá Fróðskaparfelagnum við
einstøkum broytingum. 6. mai 1965 samtykti
eitt einmælt løgting at seta á stovn Fróð-
skaparsetur Føroya. Sjálv lógin er dagfest 20.
mai 1965.
Longu 24. mai 1965 var eykaaðalfundur í
Fróðskaparfelagnum, sum valdi Jóannes
Rasmussen, Hanus Debes Joensen og Jákup
Sverra Joensen í setursráðið aftur at teimum
báðum føddu limunum Arnbjørn Mortensen,
rektara, og Sverra Fon, landsbókavørði. Kl.
21,00 sama kvøld hevði nývalda setursráðið
sín fyrsta fund. Ráðið skipaði seg við Jóann-
esi Rasmussen sum formanni og Hanusi Debes
Joensen sum næstformanni. Til aðalskrivara
ráðsins varð Johan Djurhuus, skrivstovu-
stjóri, valdur. í avgreiðslunevnd setursins
vórðu valdir Jóannes Rasmussen, Hanus
Debes Joensen og aðalskrivarin.
Fyrsta málið, sum ráðið tók avgerð um,
var at seta Christian Matras í starv sum pro-
fessara á Fróðskaparsetrinum frá 1. septem-
ber 1965. Harnæst varð boðað frá, at ognir-
nar hjá Málstovninum skuldu latast Fróð-
skaparsetrinum, at ársskeið í føroyskum
skuldi byrja 1. september sama ár, at Maud
Heinesen varð sett sum skrivari setursráðsins.
Eisini varð bygginevnd sett at skipa fyri bygg-
ing av nýggjum húsum til Fróðskaparsetur
Føroya.
Á aðalfundinum í Fróðskaparfelagnum 17.
desember sama ár segði ein glaður formaður,
at »fáur okkara mundi, tá ið saman um kem-
ur, tá ið felagið varð stovnað 17. desember
1952, vænta, at seinastu reglur í 2. grein í
felagslógini so skjótt skuldu ganga út: at
leggja støði undir ein komandi lærdóms-
stovn í Føroyum.«