Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 18

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 18
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 21 fólki í fyrisitingini kom hesin nýggi stovnur sjálvandi at sigla við smáum seglum ta fyrstu tíðina. Á Føroyamálsdeildini varð undirvíst á ársskeiði fyri lærarum, og málsliga rann- sóknararbeiðið, sum byrjaði á Málstovnin- um, helt fram á Føroyamálsdeildini undir kønu hond Christians Matras. Ársskeiðini í náttúrusøgu lógu undir Fróðskaparsetrin- um, men vórðu leidd og fyriskipað av Nátt- úrugripasavninum. Ta fyrstu tíðina var tað vanligt, at setursráðið setti nevndir til at taka sær av uppgávum, sum ikki hoyrdu undir Føroyamálsdeildina ella annan gransk- ingarstovn. Ein uppgáva, sum setursráðið legði sera stóran dent á tey fyrstu árini, var innsavning. Innsavningarnevndir Tá ið setrið hevði fingið egin hús og trygg goymsluhøli, hildu menn, at nú átti ikki at verða bíðað longur við at royna at bjarga tí, sum bjargast kundi, av føroyskari fólkament- an. í februar 1967 setti setursráðið eina inn- savningarnevnd. í innsavningarnevnd Fróð- skaparsetursins vórðu valdir: Robert Joen- sen, Klaksvik, Jóhannes av Skarði, Tórshavn, Sverri Dahl, Tórshavn, og Mortan Nolsøe, Oslo. Sum umsjónarmaður fyri nevndina varð settur Bjarni Niclasen, Tórshavn. Nevnd- in útvegaði spurnabløð, og fleiri av nevnd- arlimunum skrivaðu eisini sjálvir spurna- bløð. Við hjálp frá Meginfelag Føroyskra Studenta kom setrið í samband við fleiri føroyskar studentar, sum vildu átaka sær at ferðast um landið og savna í summarfrí- tíðini. Innsavningin fór fram sumrini 1967 og 1968 í Vágum, Eysturoy, Norðoyggjum, Sandoy og Suðuroy. Umframt frásagnir av manna munni, skrivaðar upp ella tiknar upp á ljóðband, vórðu eisini gripir og amboð savn- að ella fotograferað. Gripirnir vórðu latnir Fornminnissavninum í varðveitslu, og frá- sagnirnar og myndirnar vórðu lagdar í savn á Føroyamálsdeildini. í hesum sambandi eigur eisini at verða nevnt, at írski professar- in, fólkaminnisfrøðingurin Seamus O’Duile- arga hevði havt stóra ávirkan á limir í seturs- ráðnum og mælt til hetta innsavningararbeiði. Setursráðið beyð honum tí eisini til Føroya at leggja fyriskiparum og savnarum lag á í savningararbeiðinum. Eisini helt hann ein almennan fyrilestur um írska fólkamentan. Tjóðlívsnevndin varð í 1970 sett sum eitt framhald av Innsavningarnevnd Fróðskapar- setursins. Hetta var upprunaliga ein sjálv- støðug millumstovnanevnd við Chr. Matras, Sverra Dahl, Sverra Egholm, Niels Juel Arge og Robert Joensen sum nevndarlimum. Jóan Pauli Joensen, stud.mag., varð settur til skrivara, og Hanna Absalonsen til hjálpar- fólk. Nevndin hevði arbeiðsrúm á Føroya- málsdeildini, og tað tilfar, sum nevndin savnaði, varð goymt á Føroyamálsdeildini. Helst hava menn hildið, at nevndin hekk í leysari luft, tí á setursráðsfundi í november 1971 varð samtykt, at nevndin skuldi leggjast undir setur og setursráð. Tjóðlívsnevndin varð eftir setursráðssamtykt 21. juni 1972 avtikin frá 1. apríl 1973 at rokna. Tjóðlívs- nevndin skipaði fyri innsavning bæði innan føroyskt fólkalív og føroysk fólkaminni; nevnast kann t.d. sluppminnisinnsavningin, sum fór fram summarið 1971 og veturin 1971/72. Menn vórðu samdir um, at innsavningar- arbeiði átti at fara fram á stovnunum sjálv- um. Ein avtala varð gjørd millum Fornminn- issavnið og Fróðskaparsetrið um, at Forn- minnissavnið skuldi savna tað, sum hevði
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.