Fróðskaparrit - 01.01.1983, Qupperneq 18
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
21
fólki í fyrisitingini kom hesin nýggi stovnur
sjálvandi at sigla við smáum seglum ta fyrstu
tíðina. Á Føroyamálsdeildini varð undirvíst
á ársskeiði fyri lærarum, og málsliga rann-
sóknararbeiðið, sum byrjaði á Málstovnin-
um, helt fram á Føroyamálsdeildini undir
kønu hond Christians Matras. Ársskeiðini
í náttúrusøgu lógu undir Fróðskaparsetrin-
um, men vórðu leidd og fyriskipað av Nátt-
úrugripasavninum. Ta fyrstu tíðina var tað
vanligt, at setursráðið setti nevndir til at
taka sær av uppgávum, sum ikki hoyrdu
undir Føroyamálsdeildina ella annan gransk-
ingarstovn. Ein uppgáva, sum setursráðið
legði sera stóran dent á tey fyrstu árini, var
innsavning.
Innsavningarnevndir
Tá ið setrið hevði fingið egin hús og trygg
goymsluhøli, hildu menn, at nú átti ikki at
verða bíðað longur við at royna at bjarga tí,
sum bjargast kundi, av føroyskari fólkament-
an. í februar 1967 setti setursráðið eina inn-
savningarnevnd. í innsavningarnevnd Fróð-
skaparsetursins vórðu valdir: Robert Joen-
sen, Klaksvik, Jóhannes av Skarði, Tórshavn,
Sverri Dahl, Tórshavn, og Mortan Nolsøe,
Oslo. Sum umsjónarmaður fyri nevndina
varð settur Bjarni Niclasen, Tórshavn. Nevnd-
in útvegaði spurnabløð, og fleiri av nevnd-
arlimunum skrivaðu eisini sjálvir spurna-
bløð. Við hjálp frá Meginfelag Føroyskra
Studenta kom setrið í samband við fleiri
føroyskar studentar, sum vildu átaka sær at
ferðast um landið og savna í summarfrí-
tíðini. Innsavningin fór fram sumrini 1967
og 1968 í Vágum, Eysturoy, Norðoyggjum,
Sandoy og Suðuroy. Umframt frásagnir av
manna munni, skrivaðar upp ella tiknar upp
á ljóðband, vórðu eisini gripir og amboð savn-
að ella fotograferað. Gripirnir vórðu latnir
Fornminnissavninum í varðveitslu, og frá-
sagnirnar og myndirnar vórðu lagdar í savn
á Føroyamálsdeildini. í hesum sambandi
eigur eisini at verða nevnt, at írski professar-
in, fólkaminnisfrøðingurin Seamus O’Duile-
arga hevði havt stóra ávirkan á limir í seturs-
ráðnum og mælt til hetta innsavningararbeiði.
Setursráðið beyð honum tí eisini til Føroya
at leggja fyriskiparum og savnarum lag á í
savningararbeiðinum. Eisini helt hann ein
almennan fyrilestur um írska fólkamentan.
Tjóðlívsnevndin varð í 1970 sett sum eitt
framhald av Innsavningarnevnd Fróðskapar-
setursins. Hetta var upprunaliga ein sjálv-
støðug millumstovnanevnd við Chr. Matras,
Sverra Dahl, Sverra Egholm, Niels Juel Arge
og Robert Joensen sum nevndarlimum. Jóan
Pauli Joensen, stud.mag., varð settur til
skrivara, og Hanna Absalonsen til hjálpar-
fólk. Nevndin hevði arbeiðsrúm á Føroya-
málsdeildini, og tað tilfar, sum nevndin
savnaði, varð goymt á Føroyamálsdeildini.
Helst hava menn hildið, at nevndin hekk í
leysari luft, tí á setursráðsfundi í november
1971 varð samtykt, at nevndin skuldi leggjast
undir setur og setursráð. Tjóðlívsnevndin
varð eftir setursráðssamtykt 21. juni 1972
avtikin frá 1. apríl 1973 at rokna. Tjóðlívs-
nevndin skipaði fyri innsavning bæði innan
føroyskt fólkalív og føroysk fólkaminni;
nevnast kann t.d. sluppminnisinnsavningin,
sum fór fram summarið 1971 og veturin
1971/72.
Menn vórðu samdir um, at innsavningar-
arbeiði átti at fara fram á stovnunum sjálv-
um. Ein avtala varð gjørd millum Fornminn-
issavnið og Fróðskaparsetrið um, at Forn-
minnissavnið skuldi savna tað, sum hevði