Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 19
22
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
við evnisliga og samfelagsliga mentan at gera,
og Føroyamálsdeildin skuldi savna fólka-
minni, t.e. kvæði, sagnir o.a.
Stutt áðrenn Tjóðlívsnevndin varð avtikin,
varð sett ein serlig innsavningarnevnd, sum
skuldi skipa fyri innsavning av føroyskum
andaligum sálmasangi og visusangi. Flenda
nevnd kom at skipa fyri tí innsavningarar-
beiði, sum Karl Clausen, deildarleiðari við
Aarhus Universitet, áður einsamallur hevði
havt ábyrgdina av. í hesa nevnd komu Chr.
Matras, Ole Jacobsen, Karl Clausen og
Jóhan Flendrik W. Poulsen. Sjálvt innsavn-
ingararbeiðið varð gjørt av Karl Clausen og
dóttur hansara Marianne Clausen, sum tók
við sum limur í nevndini eftir deyða faðirs
síns í 1973. í hesum sambandi eigur at verða
nevnt, at Janus Mohr var teimum sera hollur
í innsavningararbeiðinum. Upptøkurnar við
songunum og vísunum eru goymdar á Før-
oyamálsdeildini, men bók er eisini givin út
um hetta (Ándelig visesang pá Færøerne).
Ritgerðakappingar Fróðskaparsetursins
í 1970 fór Fróðskaparsetrið undir eitt nýtt
tiltak, ritgerðakappingar, sum øll kundu
luttaka í. Fyrsta ritgerðarevnið var um fiska-
arbeiði í slupptíðini. Tað varð lýst í skránni
1970/71. Síðan hevur verið lýst við ymiskum
evnum á hvørjum ári. Til at meta um bestu
úrslitini setur setursráðið eina dómsnevnd
við fleiri limum fyri hvørt evni. Tey bestu
handritini fáa virðisløn. Higartil hevur rit-
gerðakapping verið um fiskaarbeiði í slupptíð-
ini, føroyskan klædnabúna, føroyska matgerð,
luft og skýggj, føroysku kvinnuna og lívskor
hennara, streymviðurskifti, barnaspøl, gomul
veðurmerki, bygdaskúlan, føroyskar kirkju-
siðir, Føroyar undir báðum heimsbardøgun-
um, torvarbeiði, endurminningar, og rit-
gerðarevnið fyri 1983/84 er um ungmanna-
feløg. Ikki bert hava hesar ritgerðakappingar
styrkt sambandið millum setrið og fólk yvir-
høvur, men tær hava eisini fingið til vega
eitt dygdargott heimildartilfar i søvn setursins
til granskarar at nýta.
Eftirútbúgving av lærarum
Sum eg longu havi nevnt, høvdu Náttúru-
gripasavnið og Málstovnur Føroya Fróð-
skaparfelags ársskeið, áðrenn setrið varð
stovnað. Hesi ársskeið hildu fram undir
setrinum í mestsum sama líki. Hvørt skeið
var skipað sum ein heild, og tú valdi annað
teirra. Náttúrugripasavnið stóð framvegis fyri
náttúrusøguliga skeiðinum, men Føroyamáls-
deildin skipaði fyri ársskeiðinum í føroyskum.
Tá farið varð undir at undirvísa til prógv á
Føroyamálsdeildini í 1974, varð undirvis-
ingin á ársnáminum og próvnáminum í nógv-
um førum løgd saman. Hetta vóru lærararnir
ikki altíð so nøgdir við. Frá 1981/82 at rokna
vórðu tí ársskeiðini broytt á tann hátt, at
læraraeftirútbúgvingin varð býtt sundur í
fleiri smá skeið, sum skifta ár um ár. Hesi
skeið kunnu so fólk seta saman eftir tørvi, ella
bert taka støk skeið, um tey vilja tað. Skeiðini
verða løgd til rættis av eini serligari ráðlegg-
ingarnevnd við umboðum fyri Fróðskapar-
setrið, Føroya Læraraskúla, Føroya Læra-
rafelag og Landsskúlafyrisitingina. Henda
skipan, ið verður fyrisitin av setursskriv-
stovuni, hevur virkað væl. Umframt føstu
lærarar setursins á teimum trimum deildun-