Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 19

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 19
22 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... við evnisliga og samfelagsliga mentan at gera, og Føroyamálsdeildin skuldi savna fólka- minni, t.e. kvæði, sagnir o.a. Stutt áðrenn Tjóðlívsnevndin varð avtikin, varð sett ein serlig innsavningarnevnd, sum skuldi skipa fyri innsavning av føroyskum andaligum sálmasangi og visusangi. Flenda nevnd kom at skipa fyri tí innsavningarar- beiði, sum Karl Clausen, deildarleiðari við Aarhus Universitet, áður einsamallur hevði havt ábyrgdina av. í hesa nevnd komu Chr. Matras, Ole Jacobsen, Karl Clausen og Jóhan Flendrik W. Poulsen. Sjálvt innsavn- ingararbeiðið varð gjørt av Karl Clausen og dóttur hansara Marianne Clausen, sum tók við sum limur í nevndini eftir deyða faðirs síns í 1973. í hesum sambandi eigur at verða nevnt, at Janus Mohr var teimum sera hollur í innsavningararbeiðinum. Upptøkurnar við songunum og vísunum eru goymdar á Før- oyamálsdeildini, men bók er eisini givin út um hetta (Ándelig visesang pá Færøerne). Ritgerðakappingar Fróðskaparsetursins í 1970 fór Fróðskaparsetrið undir eitt nýtt tiltak, ritgerðakappingar, sum øll kundu luttaka í. Fyrsta ritgerðarevnið var um fiska- arbeiði í slupptíðini. Tað varð lýst í skránni 1970/71. Síðan hevur verið lýst við ymiskum evnum á hvørjum ári. Til at meta um bestu úrslitini setur setursráðið eina dómsnevnd við fleiri limum fyri hvørt evni. Tey bestu handritini fáa virðisløn. Higartil hevur rit- gerðakapping verið um fiskaarbeiði í slupptíð- ini, føroyskan klædnabúna, føroyska matgerð, luft og skýggj, føroysku kvinnuna og lívskor hennara, streymviðurskifti, barnaspøl, gomul veðurmerki, bygdaskúlan, føroyskar kirkju- siðir, Føroyar undir báðum heimsbardøgun- um, torvarbeiði, endurminningar, og rit- gerðarevnið fyri 1983/84 er um ungmanna- feløg. Ikki bert hava hesar ritgerðakappingar styrkt sambandið millum setrið og fólk yvir- høvur, men tær hava eisini fingið til vega eitt dygdargott heimildartilfar i søvn setursins til granskarar at nýta. Eftirútbúgving av lærarum Sum eg longu havi nevnt, høvdu Náttúru- gripasavnið og Málstovnur Føroya Fróð- skaparfelags ársskeið, áðrenn setrið varð stovnað. Hesi ársskeið hildu fram undir setrinum í mestsum sama líki. Hvørt skeið var skipað sum ein heild, og tú valdi annað teirra. Náttúrugripasavnið stóð framvegis fyri náttúrusøguliga skeiðinum, men Føroyamáls- deildin skipaði fyri ársskeiðinum í føroyskum. Tá farið varð undir at undirvísa til prógv á Føroyamálsdeildini í 1974, varð undirvis- ingin á ársnáminum og próvnáminum í nógv- um førum løgd saman. Hetta vóru lærararnir ikki altíð so nøgdir við. Frá 1981/82 at rokna vórðu tí ársskeiðini broytt á tann hátt, at læraraeftirútbúgvingin varð býtt sundur í fleiri smá skeið, sum skifta ár um ár. Hesi skeið kunnu so fólk seta saman eftir tørvi, ella bert taka støk skeið, um tey vilja tað. Skeiðini verða løgd til rættis av eini serligari ráðlegg- ingarnevnd við umboðum fyri Fróðskapar- setrið, Føroya Læraraskúla, Føroya Læra- rafelag og Landsskúlafyrisitingina. Henda skipan, ið verður fyrisitin av setursskriv- stovuni, hevur virkað væl. Umframt føstu lærarar setursins á teimum trimum deildun-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.