Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 20

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 20
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 23 um undirvísa eisini tímaløntir uttanseturs- lærarar á læraraskeiðunum. Setrið hevur í umbúna at skipa læraraeftirútbúgvingina sum eina serliga deild. Undirvísing fyri almenning »Einum og hvørjum er loyvt at lurta eftir almennu fyrilestrum setursins,« stendur í lógini um Fróðskaparsetrið. Hetta er støð- ið undir almenna undirvísingarvirksemi set- ursins, ið fevnir um fyrilestrar og kvøld- skeið. Fyrstu tvey árini varð skipað fyri nøkrum fáum fyrilestrum í leigaðum høli. Sama ár, sum seturshúsini vórðu tikin í nýtslu, varð útgivin skrá fyri árið 1967/68 við m.a. føstum fyrilestrakvøldum fyri almenning. Árið eftir kom fyrsta kvøldskeiðið á skránna: Skeið í føroyskum. Síðan hava almennu fyrilestrarnir — um óteljandi evni — og kvøldskeiðini, sum øktust í tali so við og við, verið fastur táttur í virk- semi setursins. Seinnu árini hevur setrið avmarkað tilboð síni um kvøldskeið til ávís evni, fyrst og fremst evni, ið kvøldskúlarnir ikki hava. Føroyskt og ættargransking eru tó varðveitt. Eisini kann verða nevnt, at enskt er umskipað, so- leiðis at nú ber til at taka tey kendu Cam- bridge-prógvini í enskum við setrið. í 1975 vóru starvsstovuhúsini á Debesar- trøð liðug at taka í nýtslu. Fandsskjalasavnið flutti inn í niðastu hædd, nýggja Heilsufrøði- liga Starvsstovan í miðhæddina. Fróðskapar- setrið fekk loftið til skrivstovu og fyrilestra- sal. Hetta bøtti munandi um umstøðurnar. Bæði fyrilestrar og kvøldskeið hava øll árini fingið góða undirtøku frá fólki. »Filosofikum« í mansaldrar hevur eitt lítið prógv í heim- speki, vanliga nevnt »filosofikum« verið ein treyt til at sleppa upp til fyrsta part av eini universitetsútbúgving. Hetta prógv varð van- liga tikið tað fyrsta lestrarárið. Tað var tí natúrligt, at hetta var eitt tað fyrsta prógv, sum hugsað varð um at skipa fyri á setrinum. Formaður setursins í mong ár, Jóannes Rasmussen, hevur sagt fyri mær, at uppruna- liga var ætlanin at samansjóða »filosofikum« við undirvísing í føroyskum máli, bókment- um og mentan, so at tey lesandi kundu byggja á eitt heimligt støði, áðrenn tey fóru uttan- lands at lesa. f 1970 varð lærarastarv í heimspeki lýst leyst at søkja. Tvær umsóknir komu. Seturs- ráðið metti hetta sum eitt álvarsmál og setti dómsnevnd við trimum metingarmonnum á professarastigi úr Danmark, Noregi og Is- landi. Eftir tilmæli frá metingarnevndini varð Klaus H. Jacobsen mag.art. settur í starvið sum deildarstjóri á Heimspekideildini frá 1. januar 1971 at rokna. Undirvísing í heim- speki byrjaði sama heystið, og skipað varð eisini fyri eini 2 ára útbúgving, sum taldi sum hjágrein — exam.art. — í einum cand.mag.- prógvi. 6 fólk tóku »filosofikum« várið 1972, men eingin kom nakrantíð at fullgera exam. art.-prógv í heimsspeki. Tíverri hendi tað, at danska unđirvísingar- málaráðið sama ár, sum »filosofikum« varð sett á undirvísingarskránna hjá setrinum, slepti treytinum um at taka filosofikum fyri at kunna lesa við donsk universitet. Flestir føroyingar fóru til Danmarkar at lesa, so hetta tók grundarlagið undan undirvísingini í heimspeki við Fróðskaparsetur Føroya. Um sama mundið hendi eisini tað í Danmark, at farið varð undir nýggjar útbúgvingarhættir
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.