Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 21

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 21
24 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... við tey nýggju universitetini í Roskilde, Odense og seinni eisini í Aalborg, nevniliga »basisuddannelse« — ein tvørfrøðilig grund- útbúgving, ella støðisútbúgving, sum hon kom at eita á føroyskum. í Danmark varð eisini roknað við eini náttúruvísindaligari, samfelagsligari og eina humanistiskari støðis- útbúgving. Oman á hesa støðisútbúgving kundu byggjast styttri starvsvendar útbúgv- ingar, ella fólk kundu halda fram til fulla akademiska útbúgving, sum gav sama rætt sum útbúgvingarnar við tey gomlu universi- tetini. Hesin nýggi útbúgvingarháttur kom eisini at gera vart við seg á setrinum og gjørdi sítt til, at áhugin fyri heimspeki sum læru- grein fánaði burtur. Støðisútbúgving Deildarstjórin á Heimspekideildini Klaus H. Jacobsen hevði havt eitt ávíst samband við støðisútbúgvingina við Odense Universitet, og Kjartan Hoydal, sum var komin í starv á Fiskirannsóknarstovuni, hevði havt eitt á- víst samband við støðisútbúgvingina á Ros- kilde Universitetscenter. Á fundi í seturs- ráðnum í februar 1971 greiddu teir seturs- ráðnum frá hesi nýggju útbúgvingini, sum teir hildu hóska sera væl til føroysk viðurskifti. Setursráðið fekk áhuga fyri útbúgvingini, og í januar 1972 varð lagt fram uppskot um støðisútbúgving at byrja sama heystið. Upp- runaliga var hugsanin tann, at støðisút- búgvingarhugsjónin skuldi koma at galda fyri alla útbúgving á setrinum, men av prakt- iskum og fíggjarligum orsøkum varð byrjað við náttúruvísindaligari/heimspekiligari støð- isútbúgving. Klaus H. Jacobsen varð settur sum deildarstjóri á Støðisútbúgvingini ella Støðisútbúgvingardeildini. Sum deildarleiðari í alisfrøði varð settur Magnus Danielsen, lic. techn., sum frammanundan hevði starv sum lektari við Danmarks Tekniske Højskole. All- ir hinir lærararnir vóru tímaløntir. Stutt eftir byrjanina tóku trupulleikar seg upp í sam- bandi við ymisk sjónarmið um undirvísingar- lagið 1 hesi nýggju útbúgving. Royndin varð tó førd at enda, og summarið 1974 hevði fyrs- ta liðið fullført hesa útbúgving og fingið ná- greiniliga lýst á skjali tað, tey høvdu lært. Støðisútbúgvingin var próvleys, tey lesandi fóru ikki upp til próvtøku í vanligari merking. Tey fyrstu tvey árini við støðisútbúgving- ini vóru royndarár. Á vári 1974 varð samtykt at steðga á eitt ár, samstundis sum tikið skuldi verða til umhugsanar, hvørjar undirvísingar- uppgávur setrið í framtíðini átti at taka upp á seg. í sama viðfangi kom áheitan frá táverandi løgmanni, Atla P. Dam, um at umhugsa spurningin um upptøku av nýggjum. Løg- maður helt seg til at útvega neyðugar játtanir. Eitt ikki samsint setursráð tók undir við á- heitanini, og næmingar vórðu upptiknir í 1974 við góðkenning frá fíggjarnevndini við- víkjandi serjáttan. Sama summarið vórðu 11 nevndir settar at kanna útbúgvingartørv og -líkindi í Føroyum. Árið eftir vildi ein meiriluti í landsstýrinum hava setrið at taka upp nýggjar næmingar, men setursráðið helt hesa ferð fast um sam- tykt sina at steðga eitt ár. Mett varð, at støð- isútbúgvingini tørvaði ymsar broytingar, og framhald var ikki ráðiligt, fyrr enn fullfíggjað uppskot varð handað landsstýrinum um teir partar av hægri útbúgving í Føroyum, sum setrið helt seg ført fyri at fara undir. í tí sam- bandinum segði landsstýrið seg vilja tryggja sær næmingaupptøku í 1976 og heitti á seturs- ráðið um at skunda undir og ávirka tey ymsu
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.