Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 22

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 22
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 25 nevndararbeiðini til tess at fáa til vega fyri- bils ummæli í oktober 1975, soleiðis at við- gerð kundi byrja millum landsstýrið, seturs- ráðið og støðisútbúgvingina. Tá svar var fing- ið, vildi landsstýrið »fara undir arbeiðið at fáa til vega játtanir til bøtt hølis- og onnur viður- skifti á støðisútbúgvingini.« Sum nevnt helt støðisútbúgvingin fram í 1974. Hetta hevði við sær, at fleiri nýggir lærarar máttu setast. Magnus Danielsen, ið hevði farloyvi frá starvi sínum í Danmark, fór aftur í sítt gamla starv, og Bogi Hansen, mag.scient. varð settur í hansara stað — sum deildarleiðari í alisfrøði. Petur Zachariasen, cand.scient. varð settur sum deildarleiðari í stødd-, hag- og dátufrøði og Dorete Bloch, cand.scient. sum deildarleiðari í lívfrøði. Hesi trý vórðu sett í starv frá 1. august at rokna (deildarleiðaraheitini eru seinni broytt til lektaraheiti). Pauli Nielsen, cand.ped. sat í hálvum starvi sum pedagogiskur ráðgevi 1976/77. Hetta starv varð niðurlagt, men sam- stundis, 1. august 1977, varð Trygvi Vester- gaard settur sum adjunktur 1 evnafrøði-/lív- evnafrøði. Við honum var Støðisútbúgvingin komin upp á fult læraratal. Undirvísingin hevur hildið fram við smáum broytingum og tillagingum til 1980. Hetta árið vóru alt ov fáir næmingar til, at farast kundi undir undir- vísing. Støðisútbúgvingin byrjaði undirvísingina aftur heystið 1981, men útbúgvingin varð nú skipað heilt øðrvísi enn fyrr. Næmingarnir skuldu nú upp til próvtøku í teimum ymisku lærugreinunum, men samstundis kom tað, sum hevði verið aðaltátturin í støðisútbúgv- ingini eftir tí gamla lagnum, nevniliga pro- sjektarbeiðini, at fáa minni týdning. Hetta er alt í samsvari við ta gongd, sum er farin fram á støðisútbúgvingunum í Danmark. Onkur lærari er farin av Støðisútbúgvingini í annað starv. Klaus H. Jacobsen fór úr starvi sínum á Støðisútbúgvingini í 1975 aftur til sítt gamla starv sum lektari við Odense Universi- tet, og Bogi Hansen fór í 1982 í starv sum hydrografur á Fiskirannsóknarstovuni. Eftir- maður Boga Hansen er Hans Pauli Joensen cand. scient., sum byrjaði sína útbúgving á Støðisútbúgvingini í 1974. Próvnám í føroyskum Sum longu nevnt hevur verið skipað fyri ársskeiði fyri lærarum á Føroyamálsdeildini fram til 1980, tá ársskeiðini vórðu løgd umsit- ingarliga undir setursskrivstovuna. Til 1970 var bert eitt fast vísindaligt starv á deildini, nevniliga professarastarv Christians Matras. Jóhan Hendrik W. Poulsen, mag.art. kom sum leysløntur á deildina í 1968, men ikki fyrr enn í 1970 varð hann settur í fast starv sum hjálparlærari og orðabókarritstjóri. Professarastarvið varð í 1971 lýst sum deild- arstjórastarv, og varð Jóhan Hendrik W. Poulsen settur í hetta starv frá 1. januar 1972. 1. januar 1973 fekk deildin eitt starv afturat, tá Mortan Nolsøe, magistari í fólka- minnisfrøði, varð settur í starv sum amanu- ensis á Føroyamálsdeildini. Hann hevði fyrr starvast við universitetið í Oslo. Deildin hevði nú tvey føst vísindalig lærarastørv. í juni 1973 varð sett uppskot fram í seturs- ráðnum um at skipa fyri akademiskum prógvi í føroyskum, sum kundi verða liður í fullari akademiskari útbúgving við universitet í øðrum landi. f fyrsta umfari varð bert hugsað um eitt prógv, ið kravdi eitt árs lestrartíð. Hetta prógv hóskaði ikki upp í útbúgvingar- lagið í Danmark, men sera væl í íslandi, Nor- egi og Svøríki. Ávirkanin frá norskum uni-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.