Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 22
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
25
nevndararbeiðini til tess at fáa til vega fyri-
bils ummæli í oktober 1975, soleiðis at við-
gerð kundi byrja millum landsstýrið, seturs-
ráðið og støðisútbúgvingina. Tá svar var fing-
ið, vildi landsstýrið »fara undir arbeiðið at fáa
til vega játtanir til bøtt hølis- og onnur viður-
skifti á støðisútbúgvingini.«
Sum nevnt helt støðisútbúgvingin fram í
1974. Hetta hevði við sær, at fleiri nýggir
lærarar máttu setast. Magnus Danielsen, ið
hevði farloyvi frá starvi sínum í Danmark,
fór aftur í sítt gamla starv, og Bogi Hansen,
mag.scient. varð settur í hansara stað — sum
deildarleiðari í alisfrøði. Petur Zachariasen,
cand.scient. varð settur sum deildarleiðari
í stødd-, hag- og dátufrøði og Dorete Bloch,
cand.scient. sum deildarleiðari í lívfrøði. Hesi
trý vórðu sett í starv frá 1. august at rokna
(deildarleiðaraheitini eru seinni broytt til
lektaraheiti). Pauli Nielsen, cand.ped. sat í
hálvum starvi sum pedagogiskur ráðgevi
1976/77. Hetta starv varð niðurlagt, men sam-
stundis, 1. august 1977, varð Trygvi Vester-
gaard settur sum adjunktur 1 evnafrøði-/lív-
evnafrøði. Við honum var Støðisútbúgvingin
komin upp á fult læraratal. Undirvísingin
hevur hildið fram við smáum broytingum og
tillagingum til 1980. Hetta árið vóru alt ov
fáir næmingar til, at farast kundi undir undir-
vísing.
Støðisútbúgvingin byrjaði undirvísingina
aftur heystið 1981, men útbúgvingin varð nú
skipað heilt øðrvísi enn fyrr. Næmingarnir
skuldu nú upp til próvtøku í teimum ymisku
lærugreinunum, men samstundis kom tað,
sum hevði verið aðaltátturin í støðisútbúgv-
ingini eftir tí gamla lagnum, nevniliga pro-
sjektarbeiðini, at fáa minni týdning. Hetta er
alt í samsvari við ta gongd, sum er farin fram
á støðisútbúgvingunum í Danmark.
Onkur lærari er farin av Støðisútbúgvingini
í annað starv. Klaus H. Jacobsen fór úr starvi
sínum á Støðisútbúgvingini í 1975 aftur til sítt
gamla starv sum lektari við Odense Universi-
tet, og Bogi Hansen fór í 1982 í starv sum
hydrografur á Fiskirannsóknarstovuni. Eftir-
maður Boga Hansen er Hans Pauli Joensen
cand. scient., sum byrjaði sína útbúgving á
Støðisútbúgvingini í 1974.
Próvnám í føroyskum
Sum longu nevnt hevur verið skipað fyri
ársskeiði fyri lærarum á Føroyamálsdeildini
fram til 1980, tá ársskeiðini vórðu løgd umsit-
ingarliga undir setursskrivstovuna. Til 1970
var bert eitt fast vísindaligt starv á deildini,
nevniliga professarastarv Christians Matras.
Jóhan Hendrik W. Poulsen, mag.art. kom
sum leysløntur á deildina í 1968, men ikki
fyrr enn í 1970 varð hann settur í fast
starv sum hjálparlærari og orðabókarritstjóri.
Professarastarvið varð í 1971 lýst sum deild-
arstjórastarv, og varð Jóhan Hendrik W.
Poulsen settur í hetta starv frá 1. januar
1972. 1. januar 1973 fekk deildin eitt starv
afturat, tá Mortan Nolsøe, magistari í fólka-
minnisfrøði, varð settur í starv sum amanu-
ensis á Føroyamálsdeildini. Hann hevði fyrr
starvast við universitetið í Oslo. Deildin hevði
nú tvey føst vísindalig lærarastørv.
í juni 1973 varð sett uppskot fram í seturs-
ráðnum um at skipa fyri akademiskum prógvi
í føroyskum, sum kundi verða liður í fullari
akademiskari útbúgving við universitet í
øðrum landi. f fyrsta umfari varð bert hugsað
um eitt prógv, ið kravdi eitt árs lestrartíð.
Hetta prógv hóskaði ikki upp í útbúgvingar-
lagið í Danmark, men sera væl í íslandi, Nor-
egi og Svøríki. Ávirkanin frá norskum uni-