Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 25
28
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
oyskari mentan og siðsøgu og søkt um játtan.
Fyribils úrslitið varð, at ein lærugreinin á
læraraskeiðum setursins gjørdist føroysk
mentan og siðsøga.
Heilsufrøðilig starvsstova
Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum varð stovn-
sett við løgtingslóg frá 6. mai 1975, var upp-
runaliga ætlað sum deilđ av Fróðskaparsetr-
inum.
Ein sjálvboðin nevnd, sum í januar 1969
setti sær fyri at gera uppskot til »neyðugar
starvsstovur« m.a. í sambandi við nýggja
heilsusamtykt og vaksandi tørv á eftirliti við
matvøruframleiðslu, serstakliga til útflutnings,
legði uppskot úr hondum i juni 1971 og tekur
m.a. soleiðis til í skrivi sínum til Fróðskapar-
setrið:
»Nevndin er øll samd um, at tað tí í allar
mátar vildi verið ein stórur fyrimunur, um
hesar starvsstovur verða knýttar til Fróð-
skaparsetur Føroya. Hetta vil hava við sær
stórar undirvísingarligar fyrimunir bæði á
setrinum sjálvum, men ikki minni, tá ið
hugsað verður um skeið fyri fólki, sum í fram-
tíðini kemur at starvast í okkara høvuðs-
vinnu, matframleiðsluni.
Við teirri nógv vaksandi undirvísing, sum
hevur verið og er á Fróðskaparsetrinum,
hava vit eisini havt í huga, at tað ivaleyst
hevði verið ein fyrimunur hjá setrinum, um
tann afturatbygging, sum tykist neyðug, og
tann nýbygging, sum krevst til áðurnevndu
starvsstovur, varð gjørd í einum undir somu
lon á Debesartrøð.«
Setursráðið legði málið fyri landsstýrið,
sum í sínum lagi legði tað fyri tingið, har tað
varð samtykt treytað av endaligum byggi-
uppskoti við kostnaðar- og rakstrarætlan.
Bygginevnd varð sett av ráðnum, og tað
eydnaðist avgreiðslunevnd setursins at út-
vega lán til byggingina, men í sínum áliti frá
apríl 1972 sigur fíggjarnevndin, at hon »held-
ur ikki at tikið eigur at verða við hesum láni-
tilboði, men at landskassin leggur byggi-
peningin út í fyrsta umfari.«
Bygginevndin gjørdi tað neyðuga iskoytis-
uppskotið, sum setursráðið síðan við tilmæli
legði fyri landsstýrið. í apríl 1972 samtykti
løgtingið einmælt, »at bygd verður sum deild
av Fróðskaparsetri Føroya evnafrøðilig og
bakteriologisk starvsstova.«
Sjálvbodna nevndin kom í november 1973
til tað úrslit, at starvsstovan skuldi verða
skipað sum sjálvstøðugur stovnur, knýttur at
Fróðskaparsetri Føroya viðvíkjandi undir-
vísing og rannsóknum, og stýrd av eini 5-
mannanevnd, harav Fróðskaparsetrið velur 1
lim. Við løgtingslógini frá 1975 varð »Heilsu-
frøðiliga starvsstovan«, sum hon kom at eita,
løgd undir landsdjóralæknaembætið, men
hevur sum eitt av endamálum sínum: »á
sinum virkisøki og í samstarvi við Fróð-
skaparsetur Føroya at gera vísindaliga gransk-
ing og geva praktiska undirvísing.«
Av teimum, sum arbeiddu við málinum
um Heilsufrøðihgu starvsstovuna, høvdu hes-
ir beinleiðis tilknýti til setrið: H. D. Joensen,
landslækni, i sjálvbodnu nevndini og í byggi-
nevndini, Johan Djurhuus, skrivstovustjóri,
og Jóannes Rasmussen, statsgeologur, í
bygginevndini. 1971-—75 er málið til sum set-
ursmál.
Gransking
Lærararnir á setrinum hava í mesta lagi
helvtina av arbeiðstíð síni til undirvísing, hin
parturin er roknaður til gransking og vísinda-