Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 25

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 25
28 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... oyskari mentan og siðsøgu og søkt um játtan. Fyribils úrslitið varð, at ein lærugreinin á læraraskeiðum setursins gjørdist føroysk mentan og siðsøga. Heilsufrøðilig starvsstova Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum varð stovn- sett við løgtingslóg frá 6. mai 1975, var upp- runaliga ætlað sum deilđ av Fróðskaparsetr- inum. Ein sjálvboðin nevnd, sum í januar 1969 setti sær fyri at gera uppskot til »neyðugar starvsstovur« m.a. í sambandi við nýggja heilsusamtykt og vaksandi tørv á eftirliti við matvøruframleiðslu, serstakliga til útflutnings, legði uppskot úr hondum i juni 1971 og tekur m.a. soleiðis til í skrivi sínum til Fróðskapar- setrið: »Nevndin er øll samd um, at tað tí í allar mátar vildi verið ein stórur fyrimunur, um hesar starvsstovur verða knýttar til Fróð- skaparsetur Føroya. Hetta vil hava við sær stórar undirvísingarligar fyrimunir bæði á setrinum sjálvum, men ikki minni, tá ið hugsað verður um skeið fyri fólki, sum í fram- tíðini kemur at starvast í okkara høvuðs- vinnu, matframleiðsluni. Við teirri nógv vaksandi undirvísing, sum hevur verið og er á Fróðskaparsetrinum, hava vit eisini havt í huga, at tað ivaleyst hevði verið ein fyrimunur hjá setrinum, um tann afturatbygging, sum tykist neyðug, og tann nýbygging, sum krevst til áðurnevndu starvsstovur, varð gjørd í einum undir somu lon á Debesartrøð.« Setursráðið legði málið fyri landsstýrið, sum í sínum lagi legði tað fyri tingið, har tað varð samtykt treytað av endaligum byggi- uppskoti við kostnaðar- og rakstrarætlan. Bygginevnd varð sett av ráðnum, og tað eydnaðist avgreiðslunevnd setursins at út- vega lán til byggingina, men í sínum áliti frá apríl 1972 sigur fíggjarnevndin, at hon »held- ur ikki at tikið eigur at verða við hesum láni- tilboði, men at landskassin leggur byggi- peningin út í fyrsta umfari.« Bygginevndin gjørdi tað neyðuga iskoytis- uppskotið, sum setursráðið síðan við tilmæli legði fyri landsstýrið. í apríl 1972 samtykti løgtingið einmælt, »at bygd verður sum deild av Fróðskaparsetri Føroya evnafrøðilig og bakteriologisk starvsstova.« Sjálvbodna nevndin kom í november 1973 til tað úrslit, at starvsstovan skuldi verða skipað sum sjálvstøðugur stovnur, knýttur at Fróðskaparsetri Føroya viðvíkjandi undir- vísing og rannsóknum, og stýrd av eini 5- mannanevnd, harav Fróðskaparsetrið velur 1 lim. Við løgtingslógini frá 1975 varð »Heilsu- frøðiliga starvsstovan«, sum hon kom at eita, løgd undir landsdjóralæknaembætið, men hevur sum eitt av endamálum sínum: »á sinum virkisøki og í samstarvi við Fróð- skaparsetur Føroya at gera vísindaliga gransk- ing og geva praktiska undirvísing.« Av teimum, sum arbeiddu við málinum um Heilsufrøðihgu starvsstovuna, høvdu hes- ir beinleiðis tilknýti til setrið: H. D. Joensen, landslækni, i sjálvbodnu nevndini og í byggi- nevndini, Johan Djurhuus, skrivstovustjóri, og Jóannes Rasmussen, statsgeologur, í bygginevndini. 1971-—75 er málið til sum set- ursmál. Gransking Lærararnir á setrinum hava í mesta lagi helvtina av arbeiðstíð síni til undirvísing, hin parturin er roknaður til gransking og vísinda-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.