Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 26

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 26
UM IKKI AT FLYFA ANNAN FÓTIN... 29 ligt arbeiði umframt nakað av fyrisiting. Hjá summum lærarum, ið hava serligar skyldur at røkja, kann minkast um undirvísingarpartin. Fyri setrið sum heild var upprunaliga hugsanin tann, at tann hægra undirvísingin og tað vísindaliga rannsóknararbeiðið skuldi fara fram í neyvum samstarvi við hinar granskingarstovnarnar her á landi. Hetta varð sagt í viðmerkingunum til uppskotið um stovnseting av Fróðskaparsetri Føroya í 1965, og tað er tað, sum liggur aftan fyri § 2 í reglu- gerðini fyri Fróðskaparsetrið: »At fremja hesi endamál styðjar setrið seg til søvn og mentunarstovnar landsins. Fyri- støðumonnum fyri hesum stovnum verður álagt at hava høli og søvn teirra í tílíkum standi, at tey eru nýtilig til hetta endamál. Fyristøðumonnunum fyri stovnunum verður loyvt at átaka sær undirvísing og vegleiðing av teimum, sum leita sær kunnleika við setrið, og verður tað eisini loyvt teimum at røkja hetta í vanligu arbeiðstíð teirra.« Tá Fróðskaparsetrið kom, var næstan á øllum granskingarstovnunum bert fyristøðu- maðurin, ið var vísindaliga útbúgvin. Hugs- anin var tann, at ikki bert granskingin, men eisini undirvísingin skuldi fara fram á stovn- unum, soleiðis at stovnarnir í fleiri førum komu at virka sum »institutt«. Hetta var júst tað, sum frá byrjan hendi í sambandi við skeiðini í náttúrusøgu, sum fóru fram á Nátt- úrugripasavninum. Bæði setursráð og lands- stýri hava sostatt hugsað sær granskingar- stovnarnar og Fróðskaparsetrið sum eina undirvísingarliga og granskingarliga heild. Hetta verður eisini greitt í § 7 í reglugerðini: »Fast tilnevndu lærararnir og fyristøðu- menninir fyri teimum stovnum, har undir- vísing og rannsóknararbeiði fer fram í sam- starvi við Fróðskaparsetrið, gera tilsamans rannsóknarráð setursins.« At rannsóknarráðið ongantíð kom at virka, er ein annar spurningur. Vísindaliga rannsóknarstarvið er eitt sind- ur ymiskt á teimum ymisku deildunum. Føroyamálsdeildin hevur t.d. vísindaligt ar- beiði bundið at søvnunum á deildini. Deildin hevur orðasavn, fólkaminnissavn, staða- navnasavn og málførasavn (dialektsavn). Tað verður alsamt økt um hesi søvn, og tað nógva av granskingini á deildini hevur tilknýti til hetta savningararbeiði. Vísindaliga manning- in á deildini telur fýra fólk, sum virka ávika- vist innan orðabókaarbeiði, staðanavna- og málførarannsóknir, fólkaminnisfrøði serliga kvæðagransking, og bókmentagransking. Granskingin á Støðisútbúgvingini er ikki bundin at søvnum, men har verða gjørdar fleiri størri og minni kanningar ella prosjekt. Vísindaliga manningin á deildini telur ein alisfrøðing, ein lívevnafrøðing og ein hag-, dátu- og støddfrøðing. Afturat hesum kemur eitt starv í lívfrøði á Náttúrugripasavninum, sum verður lønt av Fróðskaparsetrinum móti at Náttúrugripasavnið hevur átikið sær und- irvísingarábyrgdina í lívfrøði á Fróðskapar- setrinum. Tað eru gjørdar fleiri kanningar innan lívfrøði, t.d. fuglateljingar. Eisini eru teir í ferð við eina kanning av føðsluvirðinum í føroyskum mati. Innan alisfrøði eru kann- ingar serliga farnar fram innan havfrøði og orku. Støðisútbúgvingin hevur rættiliga framkomna edv-útgerð. Kunnleikin innan stødd- og hagfrøði hevur eisini verið til stuð- uls 1 øðrum granskingararbeiði. Næmingarnir hava eisini fyri stóran part tikið lut í gransk- ingararbeiðinum tey fyrstu árini. Hetta var liður í útbúgvingini. Her kann t.d. verða nevnt eitt prosjekt um rúsdrekka, eitt um geisla- virkni og ein størri kanning av Skálafirði. Á Gudfrøðideildini kom fast vísindaligt starv ikki fyrr enn í 1980. Ætlanin er, at henda
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.