Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 27

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 27
30 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... deild skal vera granskingarstovnur innan føroyska kirkjusøgu, men við bert hálvum starvi, ið hevur stóra undirvísingarbyrði, hevur ikki borið til at skipa fyri stórvegis deildarfyriskipaðari gransking. Tað eru altíð fleiri liðir í øllum granskingar- arbeiði, og allir hava sama týdning: savnan av tilfari, skipan og viðgerð av tilfarinum og endiliga ítøkiliggeringin av granskingini í einum skrivligum arbeiði, sum er atkomuligt hjá áhugaðum og helst prentað. Tað hevði helst verið rætt at fingið ein størri part av granskingarúrslitunum á Fróðskaparsetrin- um upp á prent. Stýrisskipan setursins í sambandi við umrøðuna av stovnsetingini av Fróðskaparsetrinum er sagt eitt sindur um stýrisskipan setursins. Tann lóg, sum kom í gildi í 1965, og reglugerðin, sum varð lýst sum kunngerð í 1968, hava verið galdandi øll árini. Sum nevnt telur setursráðið 5 limir, lands- bókavørðin og rektaran fyri Føroya studenta- skúla umframt tríggjar limir, sum Føroya Fróðskaparfelag velur. Á hvørjum ári velur setursráðið ein av limum sínum til formann og ein til næstfor- mann. Formaðurin, næstformaðurin og ein aðalskrivari, sum setursráðið eisini velur, gera avgreiðslunevnd Fróðskaparsetursins. Longu á fyrsta setursráðsfundinum 24. mai 1965 varð aðalskrivari valdur. Hann hevur øll árini verið Johan Djurhuus, skrivstovustjóri í Føroya landsstýri. Sbrt. reglugerðini er uppgávan hjá aðalskrivaranum at vera lógkønur ráðgevi setursins og at føra gerðabók, annars virka saman við hinum limunum í avgreiðslu- nevndini. Eftir lógini skal setursráðið hava ikki færri enn 4 fundir árliga. Á fundunum luttóku upp- runaliga bert ráðið og aðalskrivarin, sum síðan 1974 hevur verið ráðslimur valdur av Føroya Fróðskaparfelag, og seinni eisini setursskrivarin. Harumframt fekk tann lands- stýrismaður, undir hvørs arbeiðsøki setrið hoyrdi, eisini fundarboð. Yvirhøvur hava landsstýrismenninir verið á setursráðsfund- unum. Lærarar komu ikki á fund, uttan teir vórðu boðsendir. Hetta broyttist alt fyrst í 1970-árunum, og við eini serligari fyriskipan, sum kom í gildi í 1975, fingu deildarumboð og næmingaumboð rætt at møta á seturs- ráðsfundi við framløguna av málum. Tey fyrstu árini fór fyrisitingin fram á tann hátt, at avgreiðslunevndin avgreiddi tey mál, sum vóru viðgjørd á setursráðsfundi. Til 1974 var bert ein skrivari í hálvum starvi, sum kortini fekk ein lærling aftur at sær í 1972. í 1974 fór Jóannes Rasmussen frá sum for- maður, og H. D. Joensen tók við. í hesum sambandi varð fyrisitingin broytt. Skrivara- starvið varð umskipað til leiðarastarv við serligum verk- og ábyrgdarøki (heitið seturs- skrivari varð samtykt árið eftir). Avgreiðslu- nevndin kom nú í mongum førum at virka sum eitt setursráð í smálíki, tí setursráðið hevði litið avgreiðslunevndini upp í hendur at taka avgerðir í ávísum málum. Tað er og hevur øll tey seinnu árini verið so, at tað, sum ikki hoyrir beinleiðis undir deildirnar, verður fyrisitið av setursskrivstovuni, t.d. kvøldskeiðini og kvøldfyrilestrarnir. Gud- frøðideildin hevur dagliga fyrisiting saman við setursskrivstovuni, sum eisini hevur fyri- sitingarligu leiðsluna av læraraskeiðum set- ursins. Samanum tikið kann sigast, at fram til 1974 var bæði fyrisitingarliga og fakliga leiðslan á setrinum dagliga í hondunum á avgreiðslunevndini og serliga formanninum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.