Fróðskaparrit - 01.01.1983, Qupperneq 27
30
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
deild skal vera granskingarstovnur innan
føroyska kirkjusøgu, men við bert hálvum
starvi, ið hevur stóra undirvísingarbyrði,
hevur ikki borið til at skipa fyri stórvegis
deildarfyriskipaðari gransking.
Tað eru altíð fleiri liðir í øllum granskingar-
arbeiði, og allir hava sama týdning: savnan
av tilfari, skipan og viðgerð av tilfarinum og
endiliga ítøkiliggeringin av granskingini í
einum skrivligum arbeiði, sum er atkomuligt
hjá áhugaðum og helst prentað. Tað hevði
helst verið rætt at fingið ein størri part av
granskingarúrslitunum á Fróðskaparsetrin-
um upp á prent.
Stýrisskipan setursins
í sambandi við umrøðuna av stovnsetingini
av Fróðskaparsetrinum er sagt eitt sindur um
stýrisskipan setursins. Tann lóg, sum kom í
gildi í 1965, og reglugerðin, sum varð lýst sum
kunngerð í 1968, hava verið galdandi øll árini.
Sum nevnt telur setursráðið 5 limir, lands-
bókavørðin og rektaran fyri Føroya studenta-
skúla umframt tríggjar limir, sum Føroya
Fróðskaparfelag velur.
Á hvørjum ári velur setursráðið ein av
limum sínum til formann og ein til næstfor-
mann. Formaðurin, næstformaðurin og ein
aðalskrivari, sum setursráðið eisini velur, gera
avgreiðslunevnd Fróðskaparsetursins. Longu
á fyrsta setursráðsfundinum 24. mai 1965 varð
aðalskrivari valdur. Hann hevur øll árini verið
Johan Djurhuus, skrivstovustjóri í Føroya
landsstýri. Sbrt. reglugerðini er uppgávan hjá
aðalskrivaranum at vera lógkønur ráðgevi
setursins og at føra gerðabók, annars virka
saman við hinum limunum í avgreiðslu-
nevndini.
Eftir lógini skal setursráðið hava ikki færri
enn 4 fundir árliga. Á fundunum luttóku upp-
runaliga bert ráðið og aðalskrivarin, sum
síðan 1974 hevur verið ráðslimur valdur av
Føroya Fróðskaparfelag, og seinni eisini
setursskrivarin. Harumframt fekk tann lands-
stýrismaður, undir hvørs arbeiðsøki setrið
hoyrdi, eisini fundarboð. Yvirhøvur hava
landsstýrismenninir verið á setursráðsfund-
unum. Lærarar komu ikki á fund, uttan teir
vórðu boðsendir. Hetta broyttist alt fyrst í
1970-árunum, og við eini serligari fyriskipan,
sum kom í gildi í 1975, fingu deildarumboð
og næmingaumboð rætt at møta á seturs-
ráðsfundi við framløguna av málum. Tey
fyrstu árini fór fyrisitingin fram á tann hátt,
at avgreiðslunevndin avgreiddi tey mál, sum
vóru viðgjørd á setursráðsfundi. Til 1974 var
bert ein skrivari í hálvum starvi, sum kortini
fekk ein lærling aftur at sær í 1972.
í 1974 fór Jóannes Rasmussen frá sum for-
maður, og H. D. Joensen tók við. í hesum
sambandi varð fyrisitingin broytt. Skrivara-
starvið varð umskipað til leiðarastarv við
serligum verk- og ábyrgdarøki (heitið seturs-
skrivari varð samtykt árið eftir). Avgreiðslu-
nevndin kom nú í mongum førum at virka
sum eitt setursráð í smálíki, tí setursráðið
hevði litið avgreiðslunevndini upp í hendur at
taka avgerðir í ávísum málum. Tað er og
hevur øll tey seinnu árini verið so, at tað,
sum ikki hoyrir beinleiðis undir deildirnar,
verður fyrisitið av setursskrivstovuni, t.d.
kvøldskeiðini og kvøldfyrilestrarnir. Gud-
frøðideildin hevur dagliga fyrisiting saman
við setursskrivstovuni, sum eisini hevur fyri-
sitingarligu leiðsluna av læraraskeiðum set-
ursins. Samanum tikið kann sigast, at fram
til 1974 var bæði fyrisitingarliga og fakliga
leiðslan á setrinum dagliga í hondunum á
avgreiðslunevndini og serliga formanninum.