Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 29

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 29
32 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... Hanus og Jóannes »Fróðskaparsetrið er líðandi vaksið fram úr teimum søvnum, sum vóru, og tí virksemi, sum fór fram á Debesartrøð. Tað ber beinan- vegin til at siga, at stavnhaldið hevur verið og er enn at granska og búgva út føroyska samfelagið, at lýsa tær serligu umstøðurnar, ið her eru, og úrslitini av teimum og tey eyð- kenni, sum sermerkja okkum føroyingar — fremst teirra málið.« Hesi fáu orð, sum táverandi setursráðs- formaðurin Hans Debes Joensen m.a. segði í einum fyrilestri um undirvísingina á Fróð- skaparsetrinum 27. februar 1975, lýsa í stuttum gongdina. Nógv av tí, sum kom at vera eftir 1952, varð hugsað longu í krígs- árunum, meðan H. D. Joensen og Jóannes Rasmussen vóru í Danmark. Hin vegin ber ikki til at siga (sbrt. Jóannes Rasmussen), at Fróðskaparfelagið er ein beinleiðis ávøkstur av hesum. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so vóru Jóannes Rasmussen og Hanus Debes Joensen sálin í meginpartinum av tí virksemi, sum fór fram innan felag og setur, til teir báðir fóru úr felagsnevndini og setursráðnum 17. desember 1977. í Skøruni (1983:4) greiðir H. D. Joensen soleiðis frá samstarvinum teirra millum: »Jóannes Rasmussen og eg komu ikki at kennast væl fyrr enn seinast í lestrarárum mínum. Uppruni okkara og fortreytir vóru ógvuliga ymisk. Hann kom úr fremstu ment- anarborg okkara, har menn høvdu gjørt roysni. Eg frá fólkum, sum góð vóru við alt føroyskt, og sum meira høvdu roynt at arb- eiða í tí stilla innan skúlagátt, men ongan- tíð høvdu fingið orðið fyri seg. Tað, sum helst dró okkum saman, var felags andstygd fyri øllum stórum orðum og veruleikafjarum kroysti: Kenslan av, at skuldu vit saman ger- ast førir fyri at útinna eitt lítið sindur, ráddi um altíð at draga eina línu — ongantíð at klandrast, hóast vit ikki altíð vóru heilt samd- ir, ongantíð at nýta hørð orð, ongantíð at leggja upp í blaðkjak. Og aldri at spilla burtur tíð okkara við beinleiðis at fara upp í politikk .. .Tað sindrið, Jóannes og eg hava avrikað, varð altíð gjørt felags. Haldi hvørgin minnist, hvør ið fekk fyrsta innskotið til hetta og hvør til hatta. Vit loyvdu okkum øll árini eina løtu, at siga hvønn einasta dag, at práta saman. Vit royndu at bera so í band, at Fróðskaparfelagið sjálvt skuldi fyrst hava fingið nakað av skafti í hvørjum tiltaki, áðrenn roynt varð eftir studningi frá peninga- stovnum ella tí almenna. Og vit løgdu æruna í at halda tann setning, ið var lovaður — eis- ini fíggjarliga. Krókvegirnir, vit noyddust at fara, vóru nógvir. Men lat fara. Yvirhøvur var undirtøkan bæði frá politikarunum og teimum stóru peningastovnunum ófør. Ann- ars mundi lítið spurst burturúr. Stavnhaldið var altíð at byggja upp eitt lærdómssetur. Einki kemur burtur úr at vera svartskygdur. Men heilt so nógv, sum vit høvdu ætlað, er tíverri ikki komið burturúr. Kanska mest av tí, at danir spiltu okkum spælið við at broyta tað hægra undirvísingarlagið og serliga fyri- sitingina av tílíkum stovnum. Eftir okkara tykki fór so nógv tíð til at fundast og at hoyggja í pappírsdungum, at okkum leiddist við tað.« Hóast at H. D. Joensen var lækni og Jóann- es Rasmussen jarðfrøðingur, t.e. at báðir høvdu sína útbúgving innan náttúruvísindi, so var tað ikki ein skúla innan náttúruvísundi og tøkni, teir fyrst hugsaðu um. Tað, sum lá teimum upp á hjarta, var at fáa sett á stovn eitt fróðskaparsetur, har tjóðareyðkennini føroyskt mál og mentan fyrst av øllum skuldu fáa innivist sum granskingarevni og læru-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.