Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 29
32
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
Hanus og Jóannes
»Fróðskaparsetrið er líðandi vaksið fram úr
teimum søvnum, sum vóru, og tí virksemi,
sum fór fram á Debesartrøð. Tað ber beinan-
vegin til at siga, at stavnhaldið hevur verið
og er enn at granska og búgva út føroyska
samfelagið, at lýsa tær serligu umstøðurnar,
ið her eru, og úrslitini av teimum og tey eyð-
kenni, sum sermerkja okkum føroyingar —
fremst teirra málið.«
Hesi fáu orð, sum táverandi setursráðs-
formaðurin Hans Debes Joensen m.a. segði
í einum fyrilestri um undirvísingina á Fróð-
skaparsetrinum 27. februar 1975, lýsa í
stuttum gongdina. Nógv av tí, sum kom at
vera eftir 1952, varð hugsað longu í krígs-
árunum, meðan H. D. Joensen og Jóannes
Rasmussen vóru í Danmark. Hin vegin ber
ikki til at siga (sbrt. Jóannes Rasmussen), at
Fróðskaparfelagið er ein beinleiðis ávøkstur
av hesum.
Uttan at taka nakað frá nøkrum, so vóru
Jóannes Rasmussen og Hanus Debes Joensen
sálin í meginpartinum av tí virksemi, sum fór
fram innan felag og setur, til teir báðir fóru úr
felagsnevndini og setursráðnum 17. desember
1977. í Skøruni (1983:4) greiðir H. D. Joensen
soleiðis frá samstarvinum teirra millum:
»Jóannes Rasmussen og eg komu ikki at
kennast væl fyrr enn seinast í lestrarárum
mínum. Uppruni okkara og fortreytir vóru
ógvuliga ymisk. Hann kom úr fremstu ment-
anarborg okkara, har menn høvdu gjørt
roysni. Eg frá fólkum, sum góð vóru við alt
føroyskt, og sum meira høvdu roynt at arb-
eiða í tí stilla innan skúlagátt, men ongan-
tíð høvdu fingið orðið fyri seg. Tað, sum helst
dró okkum saman, var felags andstygd fyri
øllum stórum orðum og veruleikafjarum
kroysti: Kenslan av, at skuldu vit saman ger-
ast førir fyri at útinna eitt lítið sindur, ráddi
um altíð at draga eina línu — ongantíð at
klandrast, hóast vit ikki altíð vóru heilt samd-
ir, ongantíð at nýta hørð orð, ongantíð at
leggja upp í blaðkjak. Og aldri at spilla burtur
tíð okkara við beinleiðis at fara upp í politikk
.. .Tað sindrið, Jóannes og eg hava avrikað,
varð altíð gjørt felags. Haldi hvørgin minnist,
hvør ið fekk fyrsta innskotið til hetta og
hvør til hatta. Vit loyvdu okkum øll árini
eina løtu, at siga hvønn einasta dag, at práta
saman. Vit royndu at bera so í band, at
Fróðskaparfelagið sjálvt skuldi fyrst hava
fingið nakað av skafti í hvørjum tiltaki,
áðrenn roynt varð eftir studningi frá peninga-
stovnum ella tí almenna. Og vit løgdu æruna
í at halda tann setning, ið var lovaður — eis-
ini fíggjarliga. Krókvegirnir, vit noyddust at
fara, vóru nógvir. Men lat fara. Yvirhøvur
var undirtøkan bæði frá politikarunum og
teimum stóru peningastovnunum ófør. Ann-
ars mundi lítið spurst burturúr. Stavnhaldið
var altíð at byggja upp eitt lærdómssetur.
Einki kemur burtur úr at vera svartskygdur.
Men heilt so nógv, sum vit høvdu ætlað, er
tíverri ikki komið burturúr. Kanska mest av
tí, at danir spiltu okkum spælið við at broyta
tað hægra undirvísingarlagið og serliga fyri-
sitingina av tílíkum stovnum. Eftir okkara
tykki fór so nógv tíð til at fundast og at
hoyggja í pappírsdungum, at okkum leiddist
við tað.«
Hóast at H. D. Joensen var lækni og Jóann-
es Rasmussen jarðfrøðingur, t.e. at báðir
høvdu sína útbúgving innan náttúruvísindi,
so var tað ikki ein skúla innan náttúruvísundi
og tøkni, teir fyrst hugsaðu um. Tað, sum lá
teimum upp á hjarta, var at fáa sett á stovn
eitt fróðskaparsetur, har tjóðareyðkennini
føroyskt mál og mentan fyrst av øllum skuldu
fáa innivist sum granskingarevni og læru-