Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 30

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 30
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 33 greinir. Tað, sum hevði størstan týdning fyri teir, var at fáa Christian Matras heim til Føroya at vera professara í føroyskum á Føroyamálsdeildini. Tað var hann, sum fyrst av øllum skuldi geva Fróðskaparsetrinum tign og vísindaligt eyðkenni. Føroyska málið átti at koma fyrst og annað so við og við, sum ráð og umstøður vórðu til tess. Meðan t.d. Sverri Dahl og Jóannes Ras- mussen vuksu upp í einum tjóðskaparligum og málsliga sera medvitandi umhvørvi, ávika- vist í Sandagerði hjá Jákupi Dahl prósti, og á Føroya Fólkaháskúla, so vaks Hans Debes Joensen upp í einum umhvørvi, har aðrir spurningar enn hesir vóru meira átrokandi. Tað er kanska júst tí, at Hanus Debes Joensen er tann treiskasti og miðvísasti í málsligum spurningum. Føroyskt sum skyldubundin lærugrein ella fastur táttur í allari dagundir- vísing á setrinum var eitt hjartamál hansara. Viðhvørt fær ein næstan ta fatan, at málrøktin fyri hann hevur størri týdning enn bæði tann hægra undirvísingin og granskingin. M.a. segði hann á aðalfundi felagsins 17. desember 1971: »Tað er stuttskygt at halda, at vit hava vunnið upp undir land, serhga nú og næstu ár er og verður ágangurin á alt føroyskt harð- ur, eina mest málsliga. Felagið hevur undir liðini á sær eina gróðrarnál, sum gerast kann lívdargarður fyri øllum føroyskum saman við almennari menning, men eisini — um ikki rætt og hóvliga verður borið at — kann gerast eitt haft og ein spilla, ein smoga fyri bráðræsi og líkasælu, eg hugsi her aftur um tað máls- liga, sum — hvussu víkur og vendir — altíð fer at verða okkara meginvernd og aðaleyð- kenni......Meira, vit leggja inn undir okk- um av hægri unđirvísing, størri verður vandin fyri málið, tá ið vit sjálvir ikki eiga menn — ella nóg hugaðar menn — sum skilja ella leggja lag í henda vandan.« Viðmerkingar at enda Tað sæst greitt, at tað sum menn av fyrstu tíð hugsaðu sær, var eitt akademi ella fróðskap- arsetur, sum skuldi stíla fyri gransking og undirvísing innan vísindi, sum vit í dag vildu nevnt tjóðvísindagreinir, t.e. føroyska málið, føroyskar bókmentir, føroysk mentan, søga og samfelag — og so sjálvandi »filosofikum«, sum tá var kravt við øll universitet í Danmark har flestir føroyingar fóru at lesa, men kanska »eisini gransking og kanska undirvísing í fiskalívfrøði.« Hetta var stutt tað, sum menn roknaðu við, og sum var ført fram á aðal- fundinum í Fróðskaparfelagnum 17. desem- ber 1964, beint áðrenn uppskot um stovnan av Fróðskaparsetrinum varð sent landsstýrin- um. Hesum ætlanum fylgdu menn eisini øll tey fyrstu árini. Men tær broytingarnar, sum fóru fram í Danmark tey tvey seinastu árini av 1960-unum, nómu eisini við Fróðskapar- setrið. Støðisútbúgvingin kom. Tað er eingin ivi um, at støðisútbúgvingarhugsjónin hóskar sera væl til føroysk viðurskifti, men henda útbúgving kom at kosta pening, sum kanska hevði verið betur farin — samanber ætlanina í 1967 um »Færoikum« — um hann varð lagdur niður í aðrar verandi náttúruvisinda- ligar granskingarstovnar, sum komu at virka sum institutt í sambandi við náttúruvísinda- liga útbúgving. Mín persónliga meting er tann, at antin skuldi støðisútbúgvingin als ikki verið komin, ella skuldi hon verið framd sum útbúgvingarsjónarmið á øllum deildum setursins, soleiðis at vit eisini fingu samfelags- liga og humanistiska støðisútbúgving. Gongd- in kom í staðin at vera tann, at undirvísingin í náttúruvísindum kom at fylgja einum undir- vísingarsjónarmiði, undirvísingin í føroysk- um einum øðrum, og undirvísingin í kristni einum triðja. Tað hevði sjóðað setrið sum 3
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.