Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 30
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
33
greinir. Tað, sum hevði størstan týdning fyri
teir, var at fáa Christian Matras heim til
Føroya at vera professara í føroyskum á
Føroyamálsdeildini. Tað var hann, sum fyrst
av øllum skuldi geva Fróðskaparsetrinum
tign og vísindaligt eyðkenni. Føroyska málið
átti at koma fyrst og annað so við og við,
sum ráð og umstøður vórðu til tess.
Meðan t.d. Sverri Dahl og Jóannes Ras-
mussen vuksu upp í einum tjóðskaparligum
og málsliga sera medvitandi umhvørvi, ávika-
vist í Sandagerði hjá Jákupi Dahl prósti, og
á Føroya Fólkaháskúla, so vaks Hans Debes
Joensen upp í einum umhvørvi, har aðrir
spurningar enn hesir vóru meira átrokandi.
Tað er kanska júst tí, at Hanus Debes Joensen
er tann treiskasti og miðvísasti í málsligum
spurningum. Føroyskt sum skyldubundin
lærugrein ella fastur táttur í allari dagundir-
vísing á setrinum var eitt hjartamál hansara.
Viðhvørt fær ein næstan ta fatan, at málrøktin
fyri hann hevur størri týdning enn bæði tann
hægra undirvísingin og granskingin. M.a. segði
hann á aðalfundi felagsins 17. desember 1971:
»Tað er stuttskygt at halda, at vit hava
vunnið upp undir land, serhga nú og næstu
ár er og verður ágangurin á alt føroyskt harð-
ur, eina mest málsliga. Felagið hevur undir
liðini á sær eina gróðrarnál, sum gerast kann
lívdargarður fyri øllum føroyskum saman við
almennari menning, men eisini — um ikki
rætt og hóvliga verður borið at — kann gerast
eitt haft og ein spilla, ein smoga fyri bráðræsi
og líkasælu, eg hugsi her aftur um tað máls-
liga, sum — hvussu víkur og vendir — altíð
fer at verða okkara meginvernd og aðaleyð-
kenni......Meira, vit leggja inn undir okk-
um av hægri unđirvísing, størri verður vandin
fyri málið, tá ið vit sjálvir ikki eiga menn —
ella nóg hugaðar menn — sum skilja ella
leggja lag í henda vandan.«
Viðmerkingar at enda
Tað sæst greitt, at tað sum menn av fyrstu tíð
hugsaðu sær, var eitt akademi ella fróðskap-
arsetur, sum skuldi stíla fyri gransking og
undirvísing innan vísindi, sum vit í dag vildu
nevnt tjóðvísindagreinir, t.e. føroyska málið,
føroyskar bókmentir, føroysk mentan, søga
og samfelag — og so sjálvandi »filosofikum«,
sum tá var kravt við øll universitet í Danmark
har flestir føroyingar fóru at lesa, men kanska
»eisini gransking og kanska undirvísing í
fiskalívfrøði.« Hetta var stutt tað, sum menn
roknaðu við, og sum var ført fram á aðal-
fundinum í Fróðskaparfelagnum 17. desem-
ber 1964, beint áðrenn uppskot um stovnan
av Fróðskaparsetrinum varð sent landsstýrin-
um. Hesum ætlanum fylgdu menn eisini øll
tey fyrstu árini. Men tær broytingarnar, sum
fóru fram í Danmark tey tvey seinastu árini
av 1960-unum, nómu eisini við Fróðskapar-
setrið. Støðisútbúgvingin kom. Tað er eingin
ivi um, at støðisútbúgvingarhugsjónin hóskar
sera væl til føroysk viðurskifti, men henda
útbúgving kom at kosta pening, sum kanska
hevði verið betur farin — samanber ætlanina
í 1967 um »Færoikum« — um hann varð
lagdur niður í aðrar verandi náttúruvisinda-
ligar granskingarstovnar, sum komu at virka
sum institutt í sambandi við náttúruvísinda-
liga útbúgving. Mín persónliga meting er
tann, at antin skuldi støðisútbúgvingin als
ikki verið komin, ella skuldi hon verið framd
sum útbúgvingarsjónarmið á øllum deildum
setursins, soleiðis at vit eisini fingu samfelags-
liga og humanistiska støðisútbúgving. Gongd-
in kom í staðin at vera tann, at undirvísingin
í náttúruvísindum kom at fylgja einum undir-
vísingarsjónarmiði, undirvísingin í føroysk-
um einum øðrum, og undirvísingin í kristni
einum triðja. Tað hevði sjóðað setrið sum
3