Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 31

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 31
34 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... heild meira saman, um undirvísingargrundar- lagið á øllum deildum var tað sama. »Endamál setursins er vísindaligt rann- sóknarstarv og hægri undirvísing«, verður sagt í løgtingslógini um stovnsetanina av Fróðskaparsetrinum. Tað er ikki ráðiligt at hava fleiri hægri lærustovnar í Føroyum. Tað vísindaliga umhvørvið er lítið frammanund- an, og skal tað syndrast sundur, so verður einki burturúr. Tað er tí púra greitt, at alt, sum kemur undir heiti hægri útbúgving ella hægri undirvísing, eigur at fara fram á Fróð- skaparsetri Føroya, ella í neyvum samstarvi við setrið. Lærarar, sum undirvísa á einum hægri lærustovni, eiga at hava gransking ella vís- indaligt rannsóknararbeiði sum annan tátt í starvi sínum. Tað eigur ikki bert at vera ein rættur, men eisini eitt krav, at tey fólk, sum undirvísa á setrinum, gera vísindaligt rann- sóknararbeiði. Her eigur ikki at verða hugsað um vísindi í alt ov neyvari merking, t.d. eigur tað at skriva lærubøkur til nýtslu í føroyska skúlaverkinum á øllum stigum eisini at verða høgt mett. Kravið til ágrýtni innan gransking eigur ikki at verða minni av teirri orsøk, at vit liggja burturgoymd í mun til onnur vís- indalig umhvørvi við stórum universitetum. Vit eiga at skipa fyri vísindaligum rann- sóknararbeiði á teimum økjum, har vit hava serligar fortreytir. í flestum førum kemur hægra undirvísingin her hjá okkum at verða styttri starvsvendar útbúgvingar bygdar oman á ein kjarna við hægri útbúgving, t.d. støðisútbúgving ella prógvi í føroyskum. Her eigur eisini at verða víst til tað nevndararbeiði, sum Fróðskapar- setrið skipaði fyri við góðkenning landsstýris- ins í 1974. Vit eiga eisini at geva teimum studentum, sum lesa við lærustovnar uttan fyri Føroyar, møguleika at taka evni um føroysk viðurskifti upp í lesnaði sinum, kanska beinleiðis skipa fyri granskingarprosjektum, sum studentar kunnu taka lut í og helst fáa serritgerð burtur- úr. Eisini kundi eg hugsað mær, at tað skuldi verið møguligt at tikið fulla akademiska út- búgving, men soleiðis at hon heilt og aldeilis varð skipað eftir teimum møguleikum, sum vit hava, og gjørd til tann einstaka studentin. Her skuldi fakligi kunnleikin gjørt av, hvat var ráðiligt, og hvat ikki var ráðiligt. Eg eri fullvísur í, at skulu vit gera nakað nýskapandi, skulu vit líta á okkara egnu fyri- treytir, laga okkum eftir okkara egna natúr- liga, samfelagsliga og mentanarliga umhvørvi. Vit skulu hyggja eftir øðrum, men ikki skriva av eftir øðrum, tí so verður tað, sum tað ofta verður í Føroyum, at vit hanga við ta av- skriftina, vit eina ferð hava gjørt, meðan tey, sum í síni tíð evnaðu frumritið til, fyri langari tíð hava slept tí. Summary Føroya Fróðskaparfelag (Societas Scientiar- um Færoensis) was established in 1952. Ever since the Society has published the annual Fróðskaparrit (Annales Societatis Scientiar- um Færoensis) with articles on all branches of knowledge. In its early days the Society concentrated on collecting linguistic material and preparing dictionaries. A language advisory board, Mál- stovnurin, was established in 1958. A book exchange arrangement was made with institutions in many countries, and thus a comprehensive and valueable collection of scientific literature was provided.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.