Fróðskaparrit - 01.01.1983, Blaðsíða 31
34
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN...
heild meira saman, um undirvísingargrundar-
lagið á øllum deildum var tað sama.
»Endamál setursins er vísindaligt rann-
sóknarstarv og hægri undirvísing«, verður
sagt í løgtingslógini um stovnsetanina av
Fróðskaparsetrinum. Tað er ikki ráðiligt at
hava fleiri hægri lærustovnar í Føroyum. Tað
vísindaliga umhvørvið er lítið frammanund-
an, og skal tað syndrast sundur, so verður
einki burturúr. Tað er tí púra greitt, at alt,
sum kemur undir heiti hægri útbúgving ella
hægri undirvísing, eigur at fara fram á Fróð-
skaparsetri Føroya, ella í neyvum samstarvi
við setrið.
Lærarar, sum undirvísa á einum hægri
lærustovni, eiga at hava gransking ella vís-
indaligt rannsóknararbeiði sum annan tátt í
starvi sínum. Tað eigur ikki bert at vera ein
rættur, men eisini eitt krav, at tey fólk, sum
undirvísa á setrinum, gera vísindaligt rann-
sóknararbeiði. Her eigur ikki at verða hugsað
um vísindi í alt ov neyvari merking, t.d. eigur
tað at skriva lærubøkur til nýtslu í føroyska
skúlaverkinum á øllum stigum eisini at verða
høgt mett. Kravið til ágrýtni innan gransking
eigur ikki at verða minni av teirri orsøk, at
vit liggja burturgoymd í mun til onnur vís-
indalig umhvørvi við stórum universitetum.
Vit eiga at skipa fyri vísindaligum rann-
sóknararbeiði á teimum økjum, har vit hava
serligar fortreytir.
í flestum førum kemur hægra undirvísingin
her hjá okkum at verða styttri starvsvendar
útbúgvingar bygdar oman á ein kjarna við
hægri útbúgving, t.d. støðisútbúgving ella
prógvi í føroyskum. Her eigur eisini at verða
víst til tað nevndararbeiði, sum Fróðskapar-
setrið skipaði fyri við góðkenning landsstýris-
ins í 1974.
Vit eiga eisini at geva teimum studentum,
sum lesa við lærustovnar uttan fyri Føroyar,
møguleika at taka evni um føroysk viðurskifti
upp í lesnaði sinum, kanska beinleiðis skipa
fyri granskingarprosjektum, sum studentar
kunnu taka lut í og helst fáa serritgerð burtur-
úr. Eisini kundi eg hugsað mær, at tað skuldi
verið møguligt at tikið fulla akademiska út-
búgving, men soleiðis at hon heilt og aldeilis
varð skipað eftir teimum møguleikum, sum
vit hava, og gjørd til tann einstaka studentin.
Her skuldi fakligi kunnleikin gjørt av, hvat
var ráðiligt, og hvat ikki var ráðiligt.
Eg eri fullvísur í, at skulu vit gera nakað
nýskapandi, skulu vit líta á okkara egnu fyri-
treytir, laga okkum eftir okkara egna natúr-
liga, samfelagsliga og mentanarliga umhvørvi.
Vit skulu hyggja eftir øðrum, men ikki skriva
av eftir øðrum, tí so verður tað, sum tað ofta
verður í Føroyum, at vit hanga við ta av-
skriftina, vit eina ferð hava gjørt, meðan tey,
sum í síni tíð evnaðu frumritið til, fyri langari
tíð hava slept tí.
Summary
Føroya Fróðskaparfelag (Societas Scientiar-
um Færoensis) was established in 1952. Ever
since the Society has published the annual
Fróðskaparrit (Annales Societatis Scientiar-
um Færoensis) with articles on all branches
of knowledge.
In its early days the Society concentrated
on collecting linguistic material and preparing
dictionaries. A language advisory board, Mál-
stovnurin, was established in 1958.
A book exchange arrangement was made
with institutions in many countries, and thus
a comprehensive and valueable collection of
scientific literature was provided.