Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 34
YVIRLIT YVIR FØROYA FUGLAR
37
fuglur er funnin at eiga her, sum hevur ikki
átt áður, alt samanborið við yvirlit William-
sons í 1970.
Enn eru ikki fastar reglur fyri, hvørji sjáld-
som sløg, ið krevja góðkenning frá SU, men
eitt serstakt føroyskt yvirlit yvir sjáldsamar
fuglar er í gerð við skráseting yvir sæddar
fuglar sum grundarlag. Ætlanin er eisini í
framtíðini at nýta stóra kunnleika danska
SU, tá talan eru um at greina sløg til tess at
fáa vissu um eina sakliga, uttanveltaða og
yrkisliga búna meting um tey tíðum sera
fløkjasligu ivamálini, ið standast av at greina
heldur sjáldsom sløg.
Hetta yvirlitið gongur til 31. desember 1982.
Raðskipan og tey latínsku nøvnini á fuglun-
um eru tey somu sum hjá Voous (1973, 1977a
og b) og Cramp & Simmons (1980 — 1983).
Viðvíkjandi teimum føroysku nøvnunum, so
eru tey flestu frá Nielsi á Botni og einstøk
eru frá Mikkjali á Ryggi (1935—42 og 1951).
011 nøvnini eru viðgjørd saman við Jóhan
Hendrik W. Poulsen mag. art., Arne Nørre-
vang dr. phil., Eyðun Winther cand. agro. og
Aksel Poulsen, fuglafrøðingi.
Viðvíkjandi teimum heitum, sum nýtt eru
í tekstinum, er tað galdandi, at:
»Sæddur« (funnin fuglur, record) verður
nýtt, tá ið eitt slag verður skrásett annaðhvørt
av einum einstøkum fugli ella av einum
flokki. Um sami fuglur ella flokkur verður
skrásettur fleiri dagar, ella um tað eftir øll-
um sannlíkindum kann verða avgjørt, at
skrásetingin er endurtikin, verður slagið
mett at vera sætt bara ta einu ferðina. Til-
skilað verður bara, hvussu ofta teir sjáld-
samastu fuglarnir eru sæddir, og verður hetta
nýtt um tey sjáldsomu sløgini sum eitt met,
ið ikki kann verða nýtt, tá ið slagið gerst van-
ligari her á leið. So var eisini í Akrabergi og
Sumba á heysti 1982, har fleiri sjáldsom sløg
vórðu sædd í tílíkum meingi, at ein ætling
um talið av uppítaldum fuglum gevur meira
upplýsingar enn ein skráseting yvir, hvussu
ofta fuglarnir eru sæddir.
Tá ið fuglur er sæddur upp til 5 ferðir, eru
allar upplýsingar tiknar við.
Tá ið fuglurer sæddur frá 5 til 10 ferðir, er
talið nevnt. Fuglur, sæddur 10—20 ferðir,
verður nevndur »sjáldsamur.«
Fuglur, sæddur á hvørjum ári, verður
nevndur »vanligur.«
Tá ið upp til 5 pør eru funnin at eiga, verða
árstal og stað nevnd. Tá ið 0—10 pør eiga,
verður fuglurin nevndur »sjáldsamur búfugl-
ur.« Tá ið 10—20 pør eiga, er talan um »fáar
búfuglar.«
Henda skráseting fevnir um øll sløg, allar
greinir funnin innan fyri 200-fjórðinga sjó-
markið.
Hesar styttingar eru nýttar:
ad. — adult, kynbúgvin, gamal fuglur
imm. — immature, ikki kynbúgvin fuglur,
í ungahami
juv. — juvenal, ikki kynbúgvin fuglur, í
fyrsta ungahami
$ — bøga
đ — steggi
Pull. — pullus, dúnungi.
Tilsamans eru funnin 252 sløg við 280
greinum.
Av hesum eru 37 vanligir búfuglar.
12 fáir, men regluligir búfuglar
25 óregluligir búfuglar
6 horvnir
72 vanligir ferðafuglar
128 sjáldsamir og óvanligir ferðafuglar.
Aftast er listi yvir allar fuglarnar úr skrá-
setingini, við merki, ið boðar frá, hvussu
teir finnast her.