Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 34

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 34
YVIRLIT YVIR FØROYA FUGLAR 37 fuglur er funnin at eiga her, sum hevur ikki átt áður, alt samanborið við yvirlit William- sons í 1970. Enn eru ikki fastar reglur fyri, hvørji sjáld- som sløg, ið krevja góðkenning frá SU, men eitt serstakt føroyskt yvirlit yvir sjáldsamar fuglar er í gerð við skráseting yvir sæddar fuglar sum grundarlag. Ætlanin er eisini í framtíðini at nýta stóra kunnleika danska SU, tá talan eru um at greina sløg til tess at fáa vissu um eina sakliga, uttanveltaða og yrkisliga búna meting um tey tíðum sera fløkjasligu ivamálini, ið standast av at greina heldur sjáldsom sløg. Hetta yvirlitið gongur til 31. desember 1982. Raðskipan og tey latínsku nøvnini á fuglun- um eru tey somu sum hjá Voous (1973, 1977a og b) og Cramp & Simmons (1980 — 1983). Viðvíkjandi teimum føroysku nøvnunum, so eru tey flestu frá Nielsi á Botni og einstøk eru frá Mikkjali á Ryggi (1935—42 og 1951). 011 nøvnini eru viðgjørd saman við Jóhan Hendrik W. Poulsen mag. art., Arne Nørre- vang dr. phil., Eyðun Winther cand. agro. og Aksel Poulsen, fuglafrøðingi. Viðvíkjandi teimum heitum, sum nýtt eru í tekstinum, er tað galdandi, at: »Sæddur« (funnin fuglur, record) verður nýtt, tá ið eitt slag verður skrásett annaðhvørt av einum einstøkum fugli ella av einum flokki. Um sami fuglur ella flokkur verður skrásettur fleiri dagar, ella um tað eftir øll- um sannlíkindum kann verða avgjørt, at skrásetingin er endurtikin, verður slagið mett at vera sætt bara ta einu ferðina. Til- skilað verður bara, hvussu ofta teir sjáld- samastu fuglarnir eru sæddir, og verður hetta nýtt um tey sjáldsomu sløgini sum eitt met, ið ikki kann verða nýtt, tá ið slagið gerst van- ligari her á leið. So var eisini í Akrabergi og Sumba á heysti 1982, har fleiri sjáldsom sløg vórðu sædd í tílíkum meingi, at ein ætling um talið av uppítaldum fuglum gevur meira upplýsingar enn ein skráseting yvir, hvussu ofta fuglarnir eru sæddir. Tá ið fuglur er sæddur upp til 5 ferðir, eru allar upplýsingar tiknar við. Tá ið fuglurer sæddur frá 5 til 10 ferðir, er talið nevnt. Fuglur, sæddur 10—20 ferðir, verður nevndur »sjáldsamur.« Fuglur, sæddur á hvørjum ári, verður nevndur »vanligur.« Tá ið upp til 5 pør eru funnin at eiga, verða árstal og stað nevnd. Tá ið 0—10 pør eiga, verður fuglurin nevndur »sjáldsamur búfugl- ur.« Tá ið 10—20 pør eiga, er talan um »fáar búfuglar.« Henda skráseting fevnir um øll sløg, allar greinir funnin innan fyri 200-fjórðinga sjó- markið. Hesar styttingar eru nýttar: ad. — adult, kynbúgvin, gamal fuglur imm. — immature, ikki kynbúgvin fuglur, í ungahami juv. — juvenal, ikki kynbúgvin fuglur, í fyrsta ungahami $ — bøga đ — steggi Pull. — pullus, dúnungi. Tilsamans eru funnin 252 sløg við 280 greinum. Av hesum eru 37 vanligir búfuglar. 12 fáir, men regluligir búfuglar 25 óregluligir búfuglar 6 horvnir 72 vanligir ferðafuglar 128 sjáldsamir og óvanligir ferðafuglar. Aftast er listi yvir allar fuglarnar úr skrá- setingini, við merki, ið boðar frá, hvussu teir finnast her.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.