Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 64

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 64
Plantusáðteljing í Føroyum 1982 og 1983 Eftir Jóhannes Jóhansen* og Jón á Steig** Sjúkur elvdar av ovviðkvæmi eru vanligar. Umleið 1/5 av ovviðkvæmum sjúklingum eru ovviðkvæmir fyri sáð frá trøum og urtum. Sjúkueýðkennini hjá hoyfepursjúklingum (rhinitis allergica) er væl í samsvari við sáð- nøgdina í luftini (1). Hjá astmasjúklingum við ovviðkvæmi fyri grassáð eru sjúkueyðkennini ikki so væl sam- svarandi við sáðnøgdina, helst tí asthma- sjúklingar, mótsett hoyfepursjúklingum, ofta hava ovviðkvæmi fyri mongum øðrum. Mát- ing av sáðnøgdini í luftini vár, summar og heyst er av týdningi í tí fyribyrgjandi við- gerðini av sáðovviðkvæmi. Sáðnøgdin dag frá degi er skiftandi vegna broytingar í veður- lagnum. Við at samanbera sáðnøgdina ein dag og veðurvánirnar fyri næsta dag, ber til at siga nakað um, hvussu sáðnøgdin verður næsta dag. Eisini ber til at siga nakað um, nær sáðtíðin byrjar, og hvussu sáðnøgdin kannvæntastat verðavið at meta út frá veður- viðurskiftum, eitt nú hitanum í apríl-mai mánaði. Fer sáðtalið av grasi upp um 50/m3 av luft, fáa flest fólk við grasovviðkvæmi sjúkueyðkenni. Hesar royndir við stutt- og langtíðarútlitum eru flestar gjørdar í Onglandi og Týsklandi, tey seinastu 5 árini eisini í Norð- * Føroya Náttúrugripasavn * * Landssjúkrahúsið urlondum. Royndirnar kunnu ikki beinleiðis førast frá einum landi til annað vegna ymiskt landslag, veðurlag og ymiskan gróður. Tí varð í Føroyum í 1982 byrjað at telja plantusáð og grókorn. Hetta er ein frágreið- ing um úrslitini av teljingini 1982 og 1983. Kanningarháttur Sáðsavningin er gjørd við einum Burkard Recording Volumetric Spore Trap — ein sáðfella ella sáðfangari — sum stendur á tekjuni á Landssjúkrahúsinum einar 20 metr- ar uppi (62° norð, 6° 45’ vestur). Sáðfang- arin er ein rundur jarnkassi við veðurhana á, so hann snarar eftir vindinum. Innií er eitt hjól. Á hetta verður fest eitt klistrandi band. Eitt ur fær hjólið at mala júst 2 mm um tíman. Ein ravmagnspumpa sýgur luft inn ígjøgnum eina smala rivu, 10 litrar/min., og luftstreym- urin rakar tað klistrandi bandið. Tá 7 dagar eru farnir, er hjólið komið runt. Tað verður tikið úr, bandið tikið av og nýtt fest á, og hjólið verður sett í aftur, urið trekt upp, og so koyrir tólið aftur eina viku. Tað avtikna bandið verðut so skorið eftir einum serligum stokki í 7 petti svarandi til 24 tímar, og hesi pettini verða viðgjørd við serligari vætu- Fróðskaparrit 31. bók (1983): 67-74.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.