Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 64
Plantusáðteljing í
Føroyum 1982 og 1983
Eftir Jóhannes Jóhansen* og Jón á Steig**
Sjúkur elvdar av ovviðkvæmi eru vanligar.
Umleið 1/5 av ovviðkvæmum sjúklingum eru
ovviðkvæmir fyri sáð frá trøum og urtum.
Sjúkueýðkennini hjá hoyfepursjúklingum
(rhinitis allergica) er væl í samsvari við sáð-
nøgdina í luftini (1).
Hjá astmasjúklingum við ovviðkvæmi fyri
grassáð eru sjúkueyðkennini ikki so væl sam-
svarandi við sáðnøgdina, helst tí asthma-
sjúklingar, mótsett hoyfepursjúklingum, ofta
hava ovviðkvæmi fyri mongum øðrum. Mát-
ing av sáðnøgdini í luftini vár, summar og
heyst er av týdningi í tí fyribyrgjandi við-
gerðini av sáðovviðkvæmi. Sáðnøgdin dag
frá degi er skiftandi vegna broytingar í veður-
lagnum. Við at samanbera sáðnøgdina ein
dag og veðurvánirnar fyri næsta dag, ber til
at siga nakað um, hvussu sáðnøgdin verður
næsta dag. Eisini ber til at siga nakað um,
nær sáðtíðin byrjar, og hvussu sáðnøgdin
kannvæntastat verðavið at meta út frá veður-
viðurskiftum, eitt nú hitanum í apríl-mai
mánaði. Fer sáðtalið av grasi upp um 50/m3
av luft, fáa flest fólk við grasovviðkvæmi
sjúkueyðkenni. Hesar royndir við stutt- og
langtíðarútlitum eru flestar gjørdar í Onglandi
og Týsklandi, tey seinastu 5 árini eisini í Norð-
* Føroya Náttúrugripasavn
* * Landssjúkrahúsið
urlondum. Royndirnar kunnu ikki beinleiðis
førast frá einum landi til annað vegna ymiskt
landslag, veðurlag og ymiskan gróður.
Tí varð í Føroyum í 1982 byrjað at telja
plantusáð og grókorn. Hetta er ein frágreið-
ing um úrslitini av teljingini 1982 og 1983.
Kanningarháttur
Sáðsavningin er gjørd við einum Burkard
Recording Volumetric Spore Trap — ein
sáðfella ella sáðfangari — sum stendur á
tekjuni á Landssjúkrahúsinum einar 20 metr-
ar uppi (62° norð, 6° 45’ vestur). Sáðfang-
arin er ein rundur jarnkassi við veðurhana á,
so hann snarar eftir vindinum. Innií er eitt
hjól. Á hetta verður fest eitt klistrandi band.
Eitt ur fær hjólið at mala júst 2 mm um tíman.
Ein ravmagnspumpa sýgur luft inn ígjøgnum
eina smala rivu, 10 litrar/min., og luftstreym-
urin rakar tað klistrandi bandið. Tá 7 dagar
eru farnir, er hjólið komið runt. Tað verður
tikið úr, bandið tikið av og nýtt fest á, og
hjólið verður sett í aftur, urið trekt upp, og
so koyrir tólið aftur eina viku. Tað avtikna
bandið verðut so skorið eftir einum serligum
stokki í 7 petti svarandi til 24 tímar, og hesi
pettini verða viðgjørd við serligari vætu-
Fróðskaparrit 31. bók (1983): 67-74.